Lars Løkke Rasmussen, forsætisráðharri, hevur boðað til tíðindafund kl. 11 danska tíð, og eygleiðarar eru á einum máli um, at hann tá fer at kunngera, nær fólkatingsval verður. Fleiri fjølmiðlar hava longu ásett valdagin til tann 15. september.
Tað hevur leingi ligið í luftini, at valdagurin var nær, og nú stjórnin og Danski Fólkaflokkurin eftir øllum at døma ikki kunnu semjast um tann sokallaða vakstrarpakkan hjá stjórnini, hevur forsætisráðharrin valt at skriva út val.