Fólkavøkstur á breddan

Hvussu fáa vit fleiri at taka útbúgving í Føroyum? Hvat kann gerast fyri at betra um lívskorini í Føroyum? Hvussu styrkja vit tilknýtið til okkara útisetar? Og hvat ætlar politiska skipanin at gera fyri at venda gongdini?

Tað eru spurningar, sum politikarar úr øllum flokkum á løgtingi skulu svara á almennum pallborðsfundi í Norðurlandahúsinum í kvøld.

Fundurin tekur støði í heildarætlanini Fólkaflyting og fólkavøkstur, sum varð almannakunngjørd fríggjadagin.

Arbeiðsbólkurin, sum hevur gjørt heildarætlanina fyri Vinnumálaráðið, fer at hava eina framløgu. Og eisini fer Annleyg Lamhauge fer at greiða frá kanningini, sum Fólkaheilsuráðið hevur gjørt av trivnaðinum millum føroyingar. Síðani verður kjak millum politikarar úr øllum flokkum.

Fundurin í Norðurlandahúsinum er almennur, og hann byrjar klokkan 19.