Fólkið fær innlit í skip og lovyi

Fiskimálaráðið sentraliserar umsitingina av fiskiloyvum og skipaskráseting í nýggjari KT-skipan, og nú skal almenningurin kunna leita fram hagtøl um skip og loyvi Skipanin hevur fingið navnið »Teyggjan«, og er ment í eindum. Fyrsta eindin er ein fiskiloyviseind. Eindin, sum umsitur og skrivar út øll nýggj fiskiloyvi, var alment handað Fiskimálaráðnum 20. januar 2009

Eisini skal Atlantstøkni menna eina skipaskrásetingareind.

- Við heildarskipanini verður bert neyðugt við einari skipaskrá, einari umsitingareind og einum kjarna, og hetta hevur við sær effektivari rakstur, boðar Fiskimálaráðið frá.

Atlantstøkni hevur eisini ment nýggja skipaskrá til Føroya Skipaskráseting, sum er seinna eindin í »Teyggjuni«.

Skipaskráin er ein sentralur partur í heildarskipanini. Í »Teyggjuni« eru í løtuni umframt Skipaskrásetingareindina eisini Fiskiloyviseindin, ið Fiskivinnustovan umsitur, ein felags umsitingareind, ið verður umsitin í Fiskimálaráðnum og ein kjarni, ið er grundarlagið fyri hinum eindunum.

Í dag eru fleiri desentralar skipaskráir í fleiri ymiskum skipanum, ið verða umsitnar hvør sær. Hetta førir við sær nógva umsiting, og møguleikin fyri feilskrásetingum er stórur. Ætlanin er tí at menna fleiri eindir til »Teyggjuna«, ið brúka hesa einu skipaskrá, ið verður umsitin sentralt av Føroya Skipaskráseting.

Eisini verður ein Alnótseind gjørd, har almenningurin kann síggja og leita fram hagtøl úr »Teyggjuni«. - Við henni røkkur skipanin út til øll, ið hava atgongd til alnetið, og tá fer skipanin veruliga at vísa sítt virði, sigur Annfinn Thomsen, KT-leiðari í Fiskimálaráðnum.