Fólksins kirkja

Mangan kann tað undra hvussu máttleyst vit bera okk­­um at, tá støða skal takast til teir týdn­ing­ar­mikl­astu spurningarnar í til­ver­unu.

Súsanna Dam

 

 

Hugsi um ta viðgerð yv­ir­tøkan av fólk­a­kirkj­uni hevur fingið og fær. Í løtuni tykist mest sann­líkt at fólksins kirkja bara skal avreiðast til hægst­bjóðandi.

Í Føroyum er fólk­a­kirkj­an og hennara læra høv­uðs­grundarlagið und­ir siðalags- og ment­an­ar­til­vit­an­ini hjá einum stór­um meirluta av fól­k­i­num, enntá so nógvum, at vit kanska hava kval­i­fic­eran meiriluta, tá til stykkis kemur

Hóast hetta sýnist sum innan løgting og millum onn­ur, ið taka avgerðir, eru holdningarnir sera jánk­a­s­ligir, fyri ikki at siga líkasælir. Eitt skirvni, ið einki hevur við tolsemi at gera, og at halda at tolsemi loysir spurn­ingin, so øll verða nøgd, kann tykist avbera fá­vitsk­ut.

Hví ikki ásanna at evstu áhugamálini hjá fólk­a­kirkjuni og frí­kirkj­u­num eru beinleiðis øv­ugt av hvørjum øðr­um.

Mær tykir nærum, at okk­ara politikkarar, sita á oyr­u­num, tá har­ð­mælt­ir fríkirkjumenn royna at sann­føra um sínar bíb­ilsk­u kunngerðir og re­li­giøsa orðabrask.

Fólkakirkjan hevur havt brúk fyri hvørjum ein­støk­um okkara uttan treyt­ir, og hevur tikið í­móti okkum í tí støðu, vit nú einaferð eru stødd í, uttan mun til hvat um­heim­ur­in annars skuldi ditta sær at hildið um okkara religiøsa ha­bitus og etiska forfall. Verða hesi viðurskifti broytt í yvirtiknu kirkj­uni, er helst betur at taka hana av beinanvegin, nýta peningin til okkurt ann­að skilabetri og lata frí­kirkj­urnar orðna rest­ina.

Tala hagtølini rætt so eru 4 av hvørjum 5 før­oy­ing­um limir í fólk­a­kirkjuni, og tað eiga pol­i­tikk­ar­ar at hava fyrilit fyri, tá teir taka av­gerð­irnar. Á ongan hátt eigur at verða samanborið við frí­kirkj­urnar, tær tæna heilt einfalt ikki sama end­a­máli sum fólk­a­kirkj­an, og tí mugu tey, sum varða av henni, skilja og sam­tykkja innihaldið í hug­tak­i­num “fól­k­a­kirkja”, so einfalt, men at vísa seg sera trupult at seta í verk.