Leygarkvøldið fekk fyrrverandi svenska fótbóltsstjørnan Hanna Ljungberg ein hvøkk av tí aðru verð, tá telefonin byrjaði at kima. Í hinum endanum vóru familjulimir og vinfólk, sum vóru í villareiði, tí tey høvdu frætt, at Hanna Ljungberg var deyð.
Sambært svenska blaðnum Expressen, hevði ein ókend følsk tíðindasíða fyrr á kvøldinum kunngjørt, at Hanna Ljungberg var deyð.
Følsku deyðsboðini fóru skjótt í umferð á alnótini, millum annað tí fleiri kend ítróttarfólk, sum kenna Honnu Ljungberg, sýndu samkenslu á sosialum miðlum.
- Eg havi tað gott. Tað, sum stendur skrivað á Facebook er ósatt. Og eg eri glað fyri, at so nógv fólk brýggja seg um meg. Fleiri viðmerkingar havi eg ikki, sigur Hanna Ljungberg við Expressen.