Fíntelja løgtingsvalið í dag

Í tveimum førum er tætt millum persónar. Annars verður ikki mett, at fínteljingin broytir úrslitið av løgtingsvalinum

Klokkan 9 í morgun fara tey at fíntelja atkvøðurnar frá løgtingsvalinum leygardagin á Hotel Hafnia.

Malan Johansen, forkvinna í valnevndini sigur, at tað er drúgvt arbeiði at fíntelja, og at tað væntandi tekur allan dagin.

##med2##

– Seinast byrjaðu vit klokkan 9, og tá varð úrslitið klárt klokkan 18, og væntandi verður tað nøkulunda tað sama hesaferð, sigur hon.

Tað er ikki vanligt, at stórar broytingar henda undir fínteljing. Og Malan Johansen er rættiliga vís í, at fínteljingin ikki fer at ávirka úrslitið av valinum.

Men tað kunnu vera broytingar í valinum av persónum. Tí eitt nú er bara ein atkvøða á muni ímillum Poul Michelsen (265 atkvøður) og Ruth Vang (264 atkvøður) á listanum hjá Framsókn. Ruth Vang varð ikki vald.

Somuleiðis er tætt á javnaðarlistanum, har Eyðgunn Samuelsen vantaði tríggjar atkvøður í at verða vald. Bjarni Hammer varð valdur á sjeynda og seinasta plássi hjá Javnaðarflokkinum við 271 atkøvðum, meðan Eyðgunn Samuelsen fekk 268 atkvøður.

Tey 18 fólkini, sum fíntelja í dag skulu taka støðutil 85 blankar atkvøður og 65 ógyldar atkvøður.

Tilsamans eru 33.779 atkvøður at fíntelja.

##med3##

##med4##

##med5##

##med6##