Stórur dramatikkur hevur seinnapartin verið í tveimum fjórðingsfinalum í kappingini um løgmanssteypið. Bæði í Fuglafirði og í Gøtu var tað neyðugt við longdari leiktíð, áðrenn heimaliðini tryggjaðu sær pláss í hálvfinaluni.
Í Fuglafirði skoraði innskifti Øssur Dalbúð hjá ÍF sigursmálið til 3-2, tá ið tað restaði ein minuttir av longdu leiktíðini. Øssur varð spældur leysur inn um verjuna, og hann lyfti bóltin framvið Vlada Filipovic í B68 málinum.
-------
Í Sarpugerði í Gøtu var neyðugt við brotssparkskapping, áðrenn tað var greitt, at heimaliðið, Víkingur, hevði tryggjað sær pláss í hálvfinaluni.
Eftir vanliga leiktíð stóð á jøvnum 1-1, og í longdu leiktíðini kom einki mál. Í brotssparkskappingini skoraði Víkingur fýra mál, og AB skoraði trý mál. Ein úr Víkingi misnýtti, og tveir úr AB misnýttu. Sostatt tryggjaði Víkingur sær við 5-4 sigri eftir longda leiktíð og brotssparkskapping pláss í hálvfinaluni.
Fyrsta liðið at tryggja sær pláss í hálvfinaluni í kappingini um løgmanssteypið var EB/Streymur.
Teir í Sundalagnum eru á veg av Vágseiði við 4-1 sigri, eftir at hálvleiksstøðan var 1-1. At Gudmind Nielsen í fyrsta minutti eftir steðgin legði EB/Streym framum 2-1 var ógvuliga avgerandi.
Eftir at EB/Streymur hevði lagt seg á odda, noyddist heimaliðið at spenna álopsbogan. Fleiri ferðir var talan um spentar støður frammanfyri EB/Streyma málið, og tvær ferðir raktu teir á heimaliðnum stólpan.
At heimaliðið flutti nógv fólk fram á vøllin bar við sær, at vánirnar fyri snarálopum vóru góðar hjá EB/Streymi, sum tvær ferðir tók av og harvið vann 4-1.
FC Suðuroy-EB/Streymur 1-4 (1-1)
Dómari: Ransin Djurhuus
0-1: Hans Pauli Samuelsen 16.
1-1: Jón Krosslá Poulsen br 37.
1-2: Gudmund Nielsen 46.
1-3: Arnbjørn Hansen br 56.
1-4: Leif Niclasen 90.
FC Suðuroy: Stanislav Kuzuma - Teitur Tausen, Heini Vatnsdal, Suni úr Hørg, Karl Lisberg (Dan Djurhuus, 70.)- Martin Tausen, Kári í Lágabø, Mamuka Toronjadze (Henning G. Joensen, 59.), Palli Augustinussen - Obi Charles (John T. Poulsen, 78.), Jón Krosslá Poulsen
Gult kort: Mamuka Toronjadze, Karl Lisberg, Martin Tausen, Jón Krosslá Poulsen
Reytt kort: Martin Tausen (tvey gul) 87.
EB/Streymur: René Tórgarð - Gert Hansen, Dánjal Davidsen, Egil á Bø, Leif Niclasen - Gudmund Nielsen (Arnar Dam, 78.), Pætur Dam Jacobsen, Kristoffur Jakobsen (Niels Fríðheim, 85.), Marni Djurhuus, Hans Pauli Samuelsen (Hanus Olsen, 90.) - Arnbjørn Hansen (Niels Fríðheim, 90.)
Víkingur-AB 1-1 (1-0) 5-4 eftir longda leiktíð og brotssparkskapping
Dómari: Rúni Gaardbo
1-0: Súni Olsen 20.
1-1: Tehé Aristide 75.
Brotssparkskapping:
2-1: Súni Olsen
Gunnar Haraldsen misnýtti - Geza Turi bjargaði
3-1: Sølvi Vatnhamar
3-2: Nikolaj Eriksen
4-2: Sam Jacobsen - í stólpa og inn
4-3: Mortan úr Hørg
5-3: Atli Gregersen
5-4: Evrard Blé
Finnur Justinussen misnýtti - Tórður Thomsen bjargaði
Stig Roar Søbstad misnýtti - Geza Turi bjargaði
Víkingur: Geza Turi ? Sverri Jacobsen, Niclas Niclasen, Atli Gregersen, Hanus Jacobsen ? Sølvi Vatnhamar, Sam Jacobsen, Súni Olsen, Nenad Stankovic (Kaj Leo í Bartalsstovu, 112.), Hans Jørgen Djurhuus (Bárður Hansen, 60.) ? Finnur Justinussen
Gult kort: Hans Jørgen Djurhuus, Hanus Jacobsen
AB: Tórður Thomsen ? Mortan úr Hørg, Ari Stide, Morten Overgaard, Alex Mellemgaard ? Kenneth Jacobsen, Evrard Blé, Gunnar Haraldsen, Dion Splidt (Tummas Justinussen, 66.) ? Nikolaj Eriksen, Stig Roar Søbstad
Stig Roar Søbstad var um reppið at fáa stóran møguleika beinanvegin. Síðani hevur heimaliðið havt leikliga yvirvág, meðan AB lúrir eftir møguleikum fyri snarálopum.
1-0: Súni Olsen 20.
Eftir innlegg úr høgru setti miðvallarin høvdið undir bóltin, sum fór í málið.
Hálvleikur
1-0
1-1: Aristide 73.
Eftir frísparksinnlegg úr høgru var miðverjin hjá AB hægstur, og við høvdinum setti hann bóltin í málið aftanfyri Geza Turi.
90 min
1-1.
Nú gera teir klárt til longda leiktíð - tvær ferðir 15 minuttir - í Sarpugerði.
105 min
1-1
115 min
1-1
120 min
1-1
Gera klárt til brotssparkskapping!
2-1: Súni Olsen
Gunnar Haraldsen misnýtti - Geza Turi bjargaði
3-1: Sølvi Vatnhamar
3-2: Nikolaj Eriksen
4-2: Sam Jacobsen - í stólpa og inn
4-3: Mortan úr Hørg
5-3: Atli Gregersen
5-4: Evrard Blé
Finnur Justinussen misnýtti - Tórður Thomsen bjargaði
Stig Roar Søbstad misnýtti - Geza Turi bjargaði
ÍF-B68 3-2 (0-1) eftir longda leiktíð
Dómari: Dagfinn Olsen
0-1: Ndende Adama Guéye 37.
1-1: Áki Petersen 53.
2-1: Rógvi Jacobsen 77.
2-2: Øssur Hansen br 81.
3-2: Øssur Dalbúð 120.
ÍF: Jákup Mikkelsen ? Áki Petersen, Poul Ennigarð, Kaj Ennigarð, Jan Ellingsgaard ? Dánjal á Lakjuni (Øssur Dalbúð, 82.), Karl Løkin, Nenad Saric, Alexander Jovevic (Ari Ellingsgaard, 71.), Andy Olsen (Fritleif í Lambanum, 87.) ? Rógvi Jacobsen
Gult kort: Karl Løkin, Rógvi Jacobsen, Kaj Ennigarð, Poul Ennigarð, Øssur Dalbúð
Reytt kort: Karl Løkin (tvey gul)112.
B68: Vlada Filipovic - Dánjal Pauli Højgaard, Jóhan Dávur Højgaard, Oddur Højgaard, Øssur Hansen - Niklas Joensen (Kristian Anton Andreasen, 52.), Ndende Adama Guéye, Remi Langgaard (Eli Simonsen, 8.) Pól Jóhannus Justinussen, André Olsen (Jóhan Petur Poulsen, 82.) - Ahmed Keita
Gult kort: Eli Simonsen, Jóhan Dávur Højgaard, André Olsen, Ahmed Keita
30 min.
0-0
Hálvleikur 0-1
0-1: Ndende 37.
Dánjal Pauli Højgaard breyt ígjøgnum í høgru og legði innfyri málið, har Ndende við høvdinum setti bóltin í málið.
1-1: Áki Petersen 54.
Vongverjin í høgru vann bóltin, sneiddi seg inn í brotsteigin, og so setti hann bóltin í handara síðunetið.
65 min
1-1
Nú er tað er stutt millum gulu kortini. Í 1. hálvleiki sá innskifti Eli Simonsen hjá B68 gult, og fyrstu 20 minuttirnar av 2. hálvleiki hevði dómarin gula kortið á lofti tríggjar ferðir - Rógvi Jacobsen, ÍF, og André Olsen og Jóhan Dávur Højgaard hjá B68 hava sæð gult.
80 min.
2-1
Rógvi Jacobsen legði í 79. minutti ÍF framum við fínum langskoti.
85 min.
2-2
Øssur Hansen hevur fyri B68 umsett brotsspark til mál. Dómarin peikaði á ellivu metra blettin, eftir at Pól Jóhannus Justinussen varð feldur.
Longd leiktíð.
105 min
2-2
115 min
2-2
Karl Løkin fær gula kortið fyri aðru ferð, og tískil verður hann vístur av vølli. Støðan var margháttlig, tí í fyrstu atløgu hevði dómarin bríkslað fyri brotssparki til ÍF, men linjuverjin var ikki samdur við dómaran, sum síðani gav gula kortið fyri film!
120 min
3-2.
Innskifti Øssur Dalbúð hevur lagt ÍF á odda!