Fær bót fyri at dálka við olju

Ein útlendskur trolari, sum lá í Ánunum í Klaksvík, fær nú bót fyri at hava dálkað sjógvin við olju.

 

Teir skuldu pumpa olju úr einum tanga í ein annan, tá ið eitthvørt hendi sum elvdu til at einir 200 litrar av tungolju fóru á sjógv. Sløkkiliðið fekk boð um hendingina og teir løgdu oljusperru rundan um oljuna og fingu tamarhald á støðuna.

 

Løgreglan fer nú at kanna, akkurát hvat tað var, sum hendi, men tey, sum varða av trolaranum, kunnu vænta sær eina bót fyri at hava dálkað sjógvin við olju.