Færøernes Kommando herðir eftirlitið

Øll tann danska verjan um alt ríkið hevur fingið boð um at herða eftirlitið við, hvør vitjar hernaðarstøðirnar. Í Føroyum merkist yvigangurin í USA soleiðis, at portrini til Færøernes Kommando eru stongd, og eftirlitið er hert

 

Eli Lyngvej-Larsen, sum er pressutalsmaður hjá Færøernes Kommando í Føroyum, sigur, at allar støðirnar hjá donsku verjuni hava fingið somu boð.

Tey siga, at øll skulu herða eftirlitið við teimum, sum vitja støðir og øki hjá danska herinum. Tað ber í sær, at tey skulu hava eyguni við óviðkomandi fólki og akførum, sum ætla sær inn á hernaðarøki.

Í Føroyum vil hetta siga, at portrini til økini hjá danska herinum í Mjørkadali og við Hoyvíksvegin í Havn eru stongd allan dagin. Vanliga hava hesi portrini verið opin í arbeiðstíð, men annars stongd.

Øll tey, sum hava ørindi á hesum økjum, skulu geva til kennar, hvørji tey eru, áðrenn tey fáa atgongd.

Orsøkin til hesi trygdartiltøk eru yvirgangsálopini á stjórnar- og skrivstovubygningar í USA, sum vórðu framd týsdagin, har túsundtals fólk hava latið lív. Danska verjan vil tryggja allar sínar bygningar ímóti álopum, sum kunnu koma fyri. Tí verður eftirlitið hert.

Annars sigur Eli Lyngvej-Larsen, at radarin á Sornfelli hevur vanligt eftirlit við loftrúminum við Føroyar, og hetta gongur sína dagligu gongd.