Fór fyri borð á Norðhavinum

Við hegni og hepni eydnaðist hinum monnunum umborð á útróðrarbátinum Brandi at bjarga Edvardi Sørensen, sum fór fyri borð 14 fjórðingar norður úr Viðoynni í seinastu vikuni

Teir eru fast tríggir menn við útróðrarbátinum Brandi á Viðareiði, og veðrið var hampiliga gott mánadagin í seinastu viku, tá ið teir vóru norðanfyri, 14 fjórðingar noður úr Viðoynni.
- Vit vóru júst lidnir at draga, og eg fór inn í húsið og setti á, meðan hinirbáðir ruddaðu og spulaðu. Tá hoyrdi eg eitt róp afturi á dekkinum, at ein maður var farin fyri borð, og eg sá hann eisini fara eftir høvdinum, sigur Janus Sørensen, sum er skipari á Brandi.
Maðurin hevði eina slisku í hondini, tá ið hann fór fyri borð. Hann hevur ikki viljað slept sliskuni og fór tí framyvir.

Gjørdi fast
- Tíbetur var eg ikki farin niðurundir, tí so hevði gingið longri tíð, til vit fingu hann aftur. Men av tí at vit sigldu so skjótt, sigldu vit einar 75 metrar frá honum, sigur Janus Sørensen.
Teir vendu beinanvegin og sigldu so tætt at manninum, sum til bar. Janus Sørensen tveitti manninum á sjónum ein uppstandara og vant so nógv hann kláraði av línuni um hondina.
Maðurin rak aftureftir, men teir tordu ikki at bakka av ótta fyri at renna á bátin, og ikki kundu teir seta ov nógv á línuni, tí so fór maðurin undir. Hann fleyt annars væl, tí luft kom undir oljuklæðini. Hann var undir einar tvær ferðir.
Spakuliga drógu teir mannin at bátinum.
Maðurin var púra klárur, men hann gramdi seg um, at styvlarnir vóru so tungir, fullir av sjógvi.
Tað eydnaðist manninum at sleppa úr styvlunum, og hann fekk hjálpt til, tá ið hinir báðir tóku í oljuklæðini hjá honum og drógu hann inn.

Púra róligur
- Vit lógu so eina løtu og summaðu okkum. Eg var púra roligur alla tíðina, veit ikki hví, og eg eri sannførdur um, at onkur onnur kraft var uppií. Í slíkum førum fellur tíðin long, men eg haldi ikki, at alt vardi longri enn fýra minuttir, sigur Janus Sørensen.
Maðurin, sum fór fyri borð, var 36 ára gamli beiggi hansara, Edvard.
Hann var væl fyri, tá ið hann kom umborð. Ikki fyrr enn eina løtu seinni fór hann at skelva. Teir góvu honum onnur klæðir at fara í, og teir sigldu til lands.
Teir tóku tað so róligt, at teir ikki fóru við manninum á sjúkrahús, og skjótt fóru teir avstað aftur.

Hepni
Janus Sørensen hevur hugsað nógv um hendingina, og hvussu hepnir teir vóru hóast alt. Hvussu hevði verið vorðið, um tað hevði verið myrkt? Hetta hendi umleið klokkan 16, og var tað um veturin, hevði verið myrkt tá.
Eitt løgið var aftrat. Tá ið teir fóru at sigla til lands, riggaði elektriska róðrið ikki.
Fiskiskapurin hevur verið stak vánaligur seinastu tíðina, men hendan dagin fingu teir 9.000 pund.