Flogbóltur
Mjølnir hevur fingið vind í seglini, og tí varð roknað við, at tær fóru at gera skjótt av við ÍF á Kambsdali leygardagin. Men so varð ikki. Mjølnir vann dystin 3-2, men tað var eftir at ÍF hevði vunnið tvey tey fyrstu settini og av álvara hótti við at seta eina tjúkka striku í rokningina hjá Mjølni. Í fyrsta setti gekk javnt á, men serliga í øðrum setti lá væl fyri hjá ÍF, sum als ikki vísti virðing fyri góðu úrslitunum, sum Mjølnir hevur havt í seinastuni, og í roynd og veru fekk klaksvíksliðið ein rættiligan avsmurning í hesum settinum. Men so vendi.
ÍF-leikararnir vóru móðir eftir eina strævna viku, og tað var eisini sum um tær eftir tað sannførandi avrikið í øðrum setti kendu seg ov tryggar í sigrinum. Men av royndum áttu tær at vita, at tú ikki skalt geva Mjølni somikið sum ein lítlafingur.
Vera Larsen og Sólva Eystberg vóru ikki við Mjølni hesuferð, men kortini eydnaðist tað at venda dystinum somikið, at tær vunnu hann, tá avtornaði. Og tað má sigast at vera ein sterk ávaring til TB um, at kappingin so langt frá er liðug enn.