Fýra 40 ára starvsdagar

Seinastu tíðina hava ikki færri enn fýra fólk havt 40 ára starvsdag hjá Postverki Føroya í Havn. Talan er um Fríbjørg Magnussen, Henry Fjallstein og hjúnini Lisbeth og Roymer Lamhauge

Fíggjadagin 12. oktober 2007 var móttøka hjá Postverki Føroya fyri Fríbjørg Magnussen og Henry Fjallstein, sum tá kundu hátíðarhalda teirra 40 ár hjá postverkinum, og 30. november kundu hjúnini Lisbeth og Roymer Lamhauge hátíðarhalda, at tey bæði høvdu starvast 40 ár hjá stovninum.


Fríbjørg Magnussen hevur bæði arbeitt við kassaavgreiðslu og havt annað skrivstovuarbeiði um hendur. Hon hevur viðgjørt klagur og havt arbeiði, sum krevur gott innlit í allar arbeiðsgongdir á stovninum.


Henry Fjallstein hevur størsta partin av tíðini verið postboð í Havn. Umframt tað hevur hann eisini skipað fyri sosialum tiltøkum til frama fyri trivaðin á arbeiðsplássinum.


Lisbeth og Roymer byrjaðu bæði sum ung á Post- og Telegrafskúlanum í 1967. Lisbeth er donsk og Roymer er úr Havn. Í 1978, stutt eftir at postverkið varð yvirtikið, fluttu tey til Føroya og hava hildið fram til í dag.


Lisbeth byrjaði við fyrisitingarligum uppgávum á Girostovuni, og fyrst í 80-unum fór hon at arbeiða á Frímerkjadeildini, har hon hevur havt við roknskapin og goymsluna hjá Frímerkjadeildini at gera.


Roymer hevur arbeitt innan flest øll øki í postverkinum m.a. sum kontrollørur í kundatænastuni í nógv ár, sum útbúgvingarleiðari og seinstu mongu árini sum deildarleiðari.