Fýra aftrat til gullfiskarnar

Fýra gull, tvær silvur, eina bronsu og tvey oyggjaleika met syrgdu føroysku gullfiskarnir fyri, tá teir vóru í hylinum fyri seinastu ferð í gjár

15 gull, 6 silvur og 6 bronsu bleiv tað til tilsamans í hylinum. So nógv, nógv tað besta úrslitið í føroyskari svimjisøgu nakrantíð. Seinasti kapittulin í hesi ótrúligu søgu varð skrivaður í gjár, tá svomið var á síðsta sinni undir opna kvøldarhimmalinum á einum mola við Rhodos-bý.

Meðan sólin spakuliga setti, hálaðu føroysku gullfiskarnir eitt heiðursmerki fyri og annað eftir í hús, soleiðis at tað í síðsta enda gjørdist talan um fýra gull, tvær silvur og eina bronsu – tilsamans sjey heiðursmerki úr øllum flokkum.


Tvey nýggj met

Men tað vóru ikki bara heiðursmerki, sum føroysku svimjararnir kundu erpa seg við. Tvey nýggj oyggjaleikamet vóru eisini sett. Tað fyrsta setti fyrsti føroyski svimjarin í hylinum í gjár, Pál Joensen, sum svam 400 metur frí. Tíðin var 4.00,23 og tað er meiri enn eitt sekund betri enn gamla metið, sum var 4.01,42.

Saman við Pál í hylinum var Andrass Thomsen, sum endaði nummar sjey við tíðini 4.15,05.

Seinna metið í gjár settu kvinnurnar í stafettini. Á sama hátt sum Pál bøttu tær gamla metið við meiri enn einum sekundi, tá tær svumu fýra ferðir 100 blandað til tíðina 4.28,79. Hetta metið merkir, at kvinnurnar nú hava sett met í øllum fýra stafettunum, tær hava luttikið í, og tað sigur ikki so lítið um dygdina á kvinnuligu føroysku svimjarunum.

Stafettin hjá monnum gekk somuleiðis væl, hóast hon ikki var heilt so góð sum hjá kvinnunum. Teir gjørdust nummar tvey aftaná Guernsey, sum hevði tíðina 3.30,54. Føroyar hevði 3.32,07.


Aftur Elspa

Sum ikki einaferð var tað Elspa Mørkøre, ið gjørdi størsta medaljuhálið í gjár. Tríggjar gull fekk hon við sær heim – tvær sum einstaklingur og eina í blandaðu stafettini hjá kvinnum. Fyrst svam hon 100 metur frí til tíðina 58,30, og tað tryggjaði henni eina gull medalju har. Her svam Sheila millum Garðarnar eisini. Hon brúkti 59,65 til sama teinin, og tað gav henni eina bronsumedalju.

Síðani svam Elspa 50 metur rygg, har hon aftur vann gull, tá hon svam teinin til tíðina 30,56. Í hesi somu grein svam Bjørg Seloy, og hon kom á mál sum nummar fýra við tíðini 32,09.

Seinastu gullkrónuna fekk Elspa í blandaðu stafettini hjá kvinnum, har hon svam rygg.


Glapp hjá Kristiani

Í 50 metur frí hjá monnum vóru vónirnar eisini settar upp í móti heiðursmerkjum, um ikki av besta slag, so onkrum av hinum. Tað gekk tó akkurát ikki, tí Kristian Olsen kom á mál við tíðini 24,18, og tað gav eitt fjórða pláss, sum jú er uttanfyri heiðursmerkjavídd. 24,18 er ein fín tíð hjá klaksvíkinginum, so orsøkin at einki heiðursmerki fekst var ikki, at hann svam illa, men heldur at mótstøðumenn hansara vóru ógvuliga sterkir.

Trý pláss aftanfyri Kristian kom Pauli Øssurson Mohr við tíðini 24,96.

Beiggi Paula, Jákup Øssurson Mohr, svam seinni í 200 metur bringu. Tíð hansara var 2.32,79, og setti hann á aftasta pláss á hesum teini.