Páskaaftan klokkan 10 sessast teir, sum luttaka í FM í talvi fyri einstaklingar, fyri síðstu ferð í hesi kappingini við borðini í Argja skúla. 9. umfar er á skránni, og tað er vorðið sum finala, sum bíðar teimum, tí ikki færri enn fýra telvarar hava framvegis møguleika at ogna sær FM heitið. Teir eru Olaf Berg, sum er einsamallur á odda, og Martin Poulsen, Eyðun Nolsøe og Høgni Egilstoft Nielsen, sum eru hálvt stig aftanfyri.
Olaf og Eyðun hittast í 9. umfari, Martin Poulsen skal stríðast ímóti Hans Kristiani Simonsen, og Høgni Egilstoft Nielsen skal telva ímóti Carl Eli Nolsøe Samuelsen.
Aftur í 8. umfari varð oddafiskurin spleysaður av. Eyðun Nolsøe tapti fyri Ólavi Simonsen, sum var eirindarleysur í sínum álopi við svarta fólkinum og skjótt noyddi hvíta kongin at fara haltandi og verjuleysan úti á borðinum. Ólavur vann sær stóran fyrimun, og so noyddist Eyðun enn eina ferð at sanna, at tað er kalt á toppinum.
At Eyðun var krøktur bar við sær, at Olaf Berg enn eina ferð lyfti seg upp á toppin. Sigurin á Hans Kristiani Simonsen bar við sær, at Olaf nú er tann einasti, sum einsamallur og uttan at vera bundin av øðrum úrslitum kann avgera FM sær til fyrimunar. Hans Kristian Simonsen stríddist leingi ímóti svarta álopinum, men Olaf hótti støðugt kongin, alt meðan hann vann sær manningarligan fyrimun og harvið stigið, sum ger hann til FM favoritt.
Fjórða umfarið á rað vann Høgni Egilstoft Nielsen fulla úrtøku, tá ið hann boygdi Herluf Hansen. Harvið hevur Høgni framvegis møguleikan at vinna FM. Um tað ikki eydnast 15 ára gamla sandavágsdreinginum at vinna hesa ferð, so er neyvan ivi í, at tað bara er spurningur um tíð, nær tað verður.
Finnbjørn Vang vann á Hanusi Brekká, sum framvegis eigur fyrsta sigurin til góða.
Hóast hann var illa særdur av soltna hósdegnum, so var tað Carl Eli Nolsøe Samuelsen, sum í drúgvum endaspæli royndi at vinna ímóti Martini Poulsen. Fyri fyrstu ferð síðani í triðja umfari var talan um remis, og harvið er Martin Poulsen framvegis møguligur FM vinnari.
8. umfar
Finnbjørn Vang-Hanus Brekká 1-0
Herluf Hansen-Høgni Egilstoft Nielsen 0-1
Carl Eli Nolsøe Samuelsen-Martin Poulsen ½-½
Hans Kristian Simonsen-Olaf Berg 0-1
Eyðun Nolsøe-Ólavur Simonsen 0-1
Støðan undan síðsta umfari
Olaf Berg 6,0
Martin Poulsen 5,5
Eyðun Nolsøe 5,5
Høgni Egilstoft Nielsen 5,5
Ólavur Simonsen 5,0
Carl Eli Nolsøe Samuelsen 3,5
Hans Kristian Simonsen 3,5
Finnbjørn Vang 3,0
Herluf Hansen 2,0
Hanus Brekká 0,5
9. umfar leygardagin klokkan 10.00
Ólavur Simonsen-Finnbjørn Vang
Olaf Berg-Eyðun Nolsøe
Martin Poulsen-Hans Kristian Simonsen
Høgni Egilstoft Nielsen-Carl Eli Nolsøe Samuelsen
Hanus Brekká-Herluf Hansen
Styrkistølini undan kappingini
Olaf Berg 2272
Ólavur Simonsen 2201
Martin Poulsen 2194
Carl Eli Nolsøe Samuelsen 2162
Eyðun Nolsøe 2152
Hans Kristian Simonsen 2104
Høgni Egilstoft Nielsen 2072
Herluf Hannsen 2032
Hanus Brekká 2026
Finnbjørn Vang 2022