Fýra føroyingar í X-factor

X-factor: Fyrstu føroyingarnir hava nú verið til audition og onkur teirra er longu komin víðari til boot-camp. Nógv bendir á, at føroyingar aftur í ár við spenningi sleppa at fylgja føroyskum luttakara, tí enn eru heili fýra føroyingar við!

Auditions til X-factor eru í hópatali í Danmark í hesum døgum. Í Århus hava 1500 roynt seg sum sangarar, og í løtuni gera enn fleiri tað sama í Keypmannahavn.
Føroyingar kunnu gleða seg til enn ein vetur við fríggjakvøldum frammanfyri sjónvarpsskíggjanum, tí sannlíkindini fyri at ein føroyingur kemur langt í kappingini aftur hesaferð, eru góð. Heili fýra føroyingar hava vunnið seg víðari til at sleppa at syngja fyri dómarunum, og hin fyrsti teirra, Janus Wiberg Mortensen, avdúkar á facebook, at hann eisini er komin víðari haðani og skal á boot-camp.
Hinir føroyingarnir eru James Olsen, Bjarni Jøkladal og Maria Lindenskov. Bjarni Jøkladal hevur áður ætlað sær at verið við í X-factor, og í ár var gylt høvi hjá danska blaðnum BT, har fólk kundu senda sjónband av sær sjálvum og vinna sær luttøku í X-factor. Hetta gjørdi Bjarni.
Maria Lindenskov var, eins og Janus, til audition týsdagin, men fyriskipararnir av X-factor siga við Sosialin, at tey ikki kunnu avdúka nakað um hana, og at tað framhaldandi má eitt 'surprise', sum starvsfólkið tók til. Við hesum orðunum kunnu vit tó lættliga leggja tvey og tvey saman.
Sjónbandaupptøkur eru meðan føroyingarnir syngja til audition, men tað eru tó ikki allar, sum verða vístar í sjónvarpinum. Tað er tó greitt, at nú heili fýra føroyingar eru við til audition og teir fyrstu longu eru komnir víðari, eru góð sannlíkindi fyri, at føroyskir hyggjarar sleppa at síggja onkran føroying í sangkappingini í vetur.


Navn: Bjarni Jøkladal

Aldur: 36 ár

Yrki: Lesandi á CBS, útbúgving cand.merc.aud

Hví fórt tú við í X-factor? X-factor hevur, síðani tað byrjaði í DK, verið alsamt vaksandi og hevur tí eisini fingið størri og størri áhuga. Ikki minst frá mær. Hinvegin hava nervarnir altíð leikað so í tá man bara hevur spælt við tankan um at verða við, men tá BT útskrivaði "smuttvegs"-kappingina helt eg at man líka so gott kundi royna at senda eitt videoklip inn. Hetta gjørdist so mín atgongd til audition frammanfyri Blackman, Idu og Annu.


Navn: Janus Wiberg Mortensen

Aldur: 21

Yrki: Flakamaður

Hví fórt tú við í X-factor? Fyri at fáa plátusáttmála, sum eg sleppi undan at gjalda sjálvur. Tað er eisini spennandi at royna seg sjálvan av.


Navn: Maria M. Lindenskov
Aldur: 17
Yrki: Lesandi á Studentarskúla
Hví fórt tú við í X-factor? Tí at eg elski at syngja og upptraðka


Navn: James Olsen
Aldur: 42
Yrki: Lýsingarráðgevi
Hví fórt tú við í X-factor? - X-Factor er ein góð lopfjøl til at vísa, hvør mann er, og hvat mann dugir. Klárar tú teg væl í kappingini og endar í topp trý, eru útlitini rættiliga góð fyri at tú kanst fáa ein plátusáttmála, og tað er tað, eg vil.