Bullet For My Valentine og Solomon Burke teljast nú millum nøvnini av teimum, ið fara at framføra á ársins Roskilde Festivali
Mitt í apríl bjóðaði Roskilde Festivalurin til ein tíðindafund í Huset í Magstræde í Keypmannahavn, í sambandi við at festivalurin almannakunngjørdi samlaðu skránna fyri ársins festival.
Men síðan tað hava tveir bólkar givið avboð. Hetta hevur sjálvsagt givið meiri pláss á skránna, og nú koma heili fýra nýggj nøvn á plakatina.
Tað snýr seg um metalbólkin frá Wales, Bullet For My Valentine, soulstjørnuna Solomon Burke, hipp-hopp navnið Lupe Fiasco og CocoRosie, ið er ein eklektiskt duo.
Um hetta verða síðstu afturatleggingarnar til skránna er enn ikki víst.