Fýra nýggj partafeløg í farnu viku

Nýggju feløgini, tey flestu við heimstaði uttanfyri høvuðsstaðin, fara at starvast innan KT, undirhald, ferðavinnu og reingerð, skrivar Business Line.

 

Høgni Jensen úr Kvívík hevur stovanð HJ Electric, meðan Rúni Brimvík úr Havn hevur stovnað eitt smápartafelag við hjánavninum Geymin, sum skal selja KT-tænastur.

 

Eyðstein Ólason í Húsavík hevur stovnað íverksetarafelagið Kæti, sum skal reka virksemi innan undirhald og ferðavinnu, og Marjun Leifsdóttir Lamhauge í Kollafirði, hevur stovnað íverksetarafelagið Hjá Marjun, sum skal fáast við reingerðarvirksemi, útleigan og kafévirksemi.

 

Broytingarnar í partafelagsskránni endurspegla eisini, at Gist og Vist hevur selt ognarlutin hjá sær í matstovunum í SMS til SMS. Nevndarlimirnir hjá Gist og Vist í Dvøljuni, sum er partafelagið sum rekur Burger King og Sunset, tað eru Johannes Jensen og Sjúrður Pállson Horsdal eru farnir úr nevndini, meðan Kaj Johannesen, Mogens Nielsen, Niels Johannesen og Christian F. Andreassen eru nýggir í nevndini. Sally Rasmussen er nýggjur stjóri í felagnum. Hon tekur við eftir Sjúrð Pállson Horsdal.

 

Allar broytingarnar síggjast her.