Bólkurin Divaz fer í næstum at hava fýra konsertir kring landið undir heitinum "Party Night".
Tey í Divaz fara at borðreiða við sangi, tónleiki og undirhaldi á høgum støði.
Divaz duga veruliga at seta lív í fjøldina við teirra fangandi poppi, rokki og soultónleiki. Lagt verður upp til eitt veruligt veitslubrak, har fólk kunnu dansa og stuttleika sær saman við festligu divunum og frálíku tónleikarunum.
Í løtuni eru tey við at leggja síðstu hond á fyrstu fløguútgávuna, ið Kristoffer Mørkøre hevur framleitt, og sum kemur út seinni í summar.
Bólkurin byrjaði við at spæla sokallaðan cover-tónleik, og tað er júst hetta konseptið, ið er í miðdeplinum á teirra Party Night Tour.
Fólk kunnu gleða seg at hoyra teirra frálíku útgávur av tónleikinum hjá eitt nú Beyoncé, Rihanna, Michael Jackson, Lady Gaga, Carpark North, 30 Seconds To Mars, Tina Turner, Alicia Keys, Christina Perry, Pink, En Vogue, Chaka Kahn, Gnarls Barkly og Maroon5.
Fyrsta av fýra konsertunum verður í Luux í Havn, fríggjakvøldið 26. apríl. Síðani verður farið í Mentanarhúsið í Fuglafirði leygarkvøldið 27. apríl. Í næstu viku verður tað Seglloftið á Tvøroyri, fríggjakvøldið 3. mai og so endaspurturin í Badmintonhøllini í Klaksvík, leygarkvøldið 4. mai.
Tað er tær tríggjar, Laila Carlsen, Ann Chanett Danielsen og Malan Eyðunsdóttir, ið mynda Divaz.
Afturat sær hava tær sera dugnaligu tónleikararnar Jóhan Ziskason, Kristoffer Mørkøre og Henning Hjalt Nicodemussen.