Fýra reyð kort í fimm dystum

Eftir at 7. umfar í næstbestu fótbóltsdeildini er av, eru 07 Vestur og TB á uppflytingarplássunum. Vágaliðið liggur best fyri, tí tað hevur spælt ein dyst færri enn tvøramenn. Bæði 07 Vestur og TB hildu nullið ígjár, og tað bar sannførandi sigrar við sær.

Hjá hinum báðum, sum hava møguleika at flyta upp, hilnaðist tað ikki væl. KÍ tapti á útivølli ímóti teimum næstbestu hjá Víkingi, og FC Hoyvík megnaði bara 1-1 á heimavølli ímóti teimum næstbestu hjá AB.

Merkisvert var tað, at fýra spælarar sóu reytt í teimum fimm dystunum ígjár. Í Leirvík vórðu ein hjá hvørjum partinum riknir av vølli eftir at hava sæð gult tvær ferðir, og í Runavík kendi dómarin seg noyddan at vísa reyða kortið, eftir at síðsta bríkslið hevði ljóðað. Í Gundadali vórðu bæði málini í lokaluppgerðini skorað eftir lítlari løtu miðskeiðis í 1. hálvleiki. FC Hoyvík var favorittur, men tað eydnaðist ikki heimaliðnum at vinna. Tríggjar minuttir fyri steðgin varð ein av heimamonnunum rikin av vølli, og so var mótbrekkan brattari í 2. hálvleiki.

 

1. deild

7. umfar

Víkingur-KÍ 2-1 (1-0)

1-0: Hans Pauli Petersen 12.

2-0: Martin Olsen 77.

2-1: Steffan Kalsø 81.

Reytt kort: Jógvan Isaksen, KÍ, 45. (2 gul), og Petur Dalbø, Víkingur, 64. (2 gul)

 

B68-TB 0-2 (0-2)

0-1: sjálvmál 3.

0-2: Bárður Dimon 37.

 

NSÍ-HB 1-1 (1-0)

1-0: Árni Frederiksberg 13.

1-1: Símun Eliasen 61.

Reytt kort: Svenn F. Jacobsen, HB, eftir lokna leiktíð

 

07 Vestur-EB/Streymur 4-0 (2-0)

1-0: Holgar Djurhuus 3.

2-0: Jovan Panic 20.

3-0: Jens Erik Rasmussen 49.

4-0: Holgar Djurhuus 80

 

FC Hoyvík-AB 1-1 (1-1)

0-1: Bogi á Borg Eyðunsson 19.

1-1: Thomas Hans Rubeksen 22.

Reytt kort: Thomas Hans Rubeksen 42.

 

Støðan

TB og 07 Vestur 16

HB 13

KÍ 11

Víkingur 10

EB/Streymur 9

FC Hoyvík, AB og NSÍ 7

B68 2

TB og HB hava spælt 8 og hini 7 dystir

 

8. umfar

Leygardagin 22. mai

Víkingur-EB/Streymur

B68-07 Vestur

NSÍ-KÍ

FC Hoyvík-TB

AB-HB