Í øllum regninum fyrrpartin í gjár hittust teir í føroysku landsliðsleguni. Málið er at røkka einum so góðum úrsliti, sum tað ber til. Her verður ikki hugsað um tepurt tap og kanska javnleik. Málið er at vinna. Tað er eitt høgt mál, men tað er ikki ov høgt. Ísland er oddalið í bólkinum, og tað eru avgjørdar vánir fyri, at grannarnir fyri vestan fyri fyrstu ferð nakrantíð fara at vinna sær pláss í einum endaspæli. Ógvuliga nógv vatn er runnið í ánna, síðan føroyingar fyri hálvum triðja mánað síðani vóru á Laugardalsvøllinum í Reykjavík. Ta ferðina var um reppið, at tað endaði 1-1, áskoðararnir vóru so smátt farnir til hús við tí fatan, at leikluturin hjá Íslandi í hesi EM undankappingini var av, men so var tað, at Ísland skoraði sigursmálið, og síðani hevur einki heft fyri teimum.
Lars Høgh var málmansvenjari í sambandi við útidystin í Reykjavík og heimadystin ímóti Týsklandi. Aftur hesa ferð skal hann taka sær av Jákupi Mikkelsen og Jens Martini Knudsen. Saman við Henrik Larsen, landsliðsvenjara, og Jákupi Mikkelsen kom hann til Føroya sunnudagin. Í gjár skuldu hinir útisetarnir koma. Teir eru ikki so nógvir nú, sum teir onkra ferðina hava verið ? Julian Johnsson úr Íslandi, Jón Rói Jacobsen, Brøndby og Christian Høgni Jacobsen úr Vejle.
Holini
Sammett við liðið, sum spældi í Reykjavík, skulu í hvussu so er tvær broytingar gerast, og tað kann væl vera, at í hvussu so er ein broyting verður gjørd afturat. Jákup á Borg og Fróði Bejaminsen eru leikbannaðir, og tí skal ein nýggjur miðvallari í høgru finnast og ein sentralur miðvallari. Teir fyrstu ellivu í Reykjavík vóru hesir: Jákup Mikkelsen ? Christian Høgni Jacobsen, Jóhannis Joensen, Jón Rói Jacobsen, Súni Olsen ? Jákup á Borg, Fróði Benjaminsen, Jann Ingi Petersen, Rógvi Jacobsen ? John Petersen, Andrew av Fløtum.
Tað var óvæntað, at Julian Johnsson var settur á beinkin í Reykjavík. Eftir steðgin kom hann á vøllin. Tað hevur ligið væl fyri hjá Juliani í Akranesi, har hann er fastur maður, og tí er eingin ivi um, at hann verður á miðvøllinum í morgin. Hin sentrali miðvallarin verður so Jann Ingi Petersen ella kanska Atli Danielsen, sum hevur verið sera stinnur, síðani hann slapp at royna seg mitt á KÍ miðjuni. Síðsta sjónliga prógvið fyri hetta var í Molde hóskvøldið.
Tað eru fleiri møguleikar, tá ið tað ræður um avloysaran í høgra borði, har Jákup á Borg hevur verið fastur maður seinastu árini. Ein møguleiki er, at Christian Høgni Jacobsen, sum seinast var vongverji í høgru, verður fluttur fram á miðvøllin. Ein annar møguleiki er, at Hjalgrím Elttør verður settur í hetta plássið, ein triði møguleiki er Atli Danielsen og Tór-Ingar Akselsen, sum er spildur nýggjur í hesum høpinum, fær plássið.
Ivamálini
Eftir tepra tapið í Reykjavík nevndi Jógvan Martin Olsen, tað tóktist vera ein trupulleiki, at álopsspælararnir báðir, John Petersen og Andrew av Fløtum, líkjast ov nógv. Teir eru báðir góðir við bóltinum, og teir hava báðir gott eyga fyri spælinum. Trupulleikin var, at tað knípti við ferðini ella eksplosivitetinum. Spurningurin er, um tað við broytinum, útskiftinum ella umbýtingum ber til at finna fram til uppstilling, sum ber størri ferð og harvið brodd og tyngd í álopspartinum við sær.
? Vit mugu síggja í eyguni, at vit hava stórar trupulleikar at spæla okkum til upplagdar málmøguleikar, sjálvt um samanspælið annars gongur væl. Møguleikarnir fyri at fáa hetta at eydnast eru eitt nú tengdir at ferðini. Hana restaðu vit í Reykjavík, staðfestir Jógvan Martin Olsen, sum ikki vil gera nærri viðmerkingar til, hvørjar møguleikar Henrik Larsen og hann hava umhugsað og fara at royna undir venjingunum, sum vóru í gjár og aftur vera á skránni í dag. Tað er ikki vist, at allar venjingarnar vera á Tórsvølli. Regnið og tað at vøllurin tykist eitt sindur óslættur kunnu hava við sær, at onkrar venjingar verða á Argjum.
Tað ber væl til at ímynda sær, hvat tað eru fyri møguleikar, sum eru uppi og venda. Tað er eingin ivi um, at John Petersen ella Andrew av Fløtum vera á vøllinum. Møguleikin er framvegis opin fyri, at teir báðir vera millum teir fyrstu ellivu, men tað verður umhugsað at finna nýggja kombinatión, har annar teirra fær nýggjan makkara. Bestu boðini upp á nýggjan álopsspælara eru Christian Høgni Jacobsen og Hjalgrim Elttør.
Christian Høgni situr nógv á beinkinum í Vejle, men hann hevur áður víst seg at hava máltev á landsliðnum. Hjalgrím Elttør er væl fyri í løtuni. Hann er toppskjútti í 1. deild, og hann tykist hava stórt sjálvsálit.
Umframt álopsplássini so bendir nógv á, at broytingar fara at verða gjørdar í verjupartinum. Jón Rói Jacobsen og Súni Olsen eru sjálvskrivaðir í ávikavist miðverjuni og í vinstra borði. Í Íslandi var Jóhannis Joensen miðverji og Christian Høgni Jacobsen vongverji í høgru. Pól Thorsteinsson og Óli Johannesen eru tøkir aftur eftir leikbann og Hans Fróði Hansen, sum hevur spælt sera væl og er ein av orsøkunum til, at B68 er næstfremst og at bara sjey mál eru farin ígjøgnum hjá toftamonnum í tólv dystum, er úttikin aftur.
Í vikuskiftissendingini hjá útvarpinum fríggjakvøldið nevndi Jógvan Martin Olsen, at teir fara at tosa við Óla Johannesen, sum ? fyribils í hvussu so er ? spælir á 2. deildarliðnum hjá TB. Sum vit søgdu í síðstu viku, so ber ikki til at seta ein veteran, sum hevur spælt 60 landsdystir og sum hevur verið stinnur, av landsliðnum. Óli Johannesen hevur uppiborið at fáa møguleikan at vísa, at tað framvegis er dugur í honum. Men sjálvandi er kappingin um plássini í verjuni væl størri, enn hon nakrantíð hevur verið.