Førleikamenning
Ólavur Gregersen
Oljufeløgini, sum leita eftir olju í Føroyum, hava bundið seg til at virka fyri føroyskari luttøku í oljuvinnuni, m.a. við førleikamenning á føroyskum fyritøkum og við at knýta sambond við útlendskar samstarvsfelagaðar.
Við hesum hava føroyskar fyritøkur fingið høvi at menna førleika og kappingarføri sítt. Hetta er ein ágóði, sum føroyska samfelagið og vinnan longu hava fingið í sín part, óansæð um kolvetni verða funnin ella ikki.
Agip hevur tikið kravið um førleikamenning í álvara, og í hesi grein verður greitt frá, hvussu Agip ætlar at lúka kravið um førleikamenning.
Stutt um AGIP
Agip er partur av italska orkufelagnum ENI, ið er virkið innan oljuvinnu, jarðgass- og petrokemivinnu, tænastur til oljuøki og verkfrøði. Kappingarførið hjá felagnum er sera gott, og tað hevur eina leiðandi marknaðarstøðu innan hesar vinnur.
ENI er virkið í meira enn 70 londum, og hevur meira enn 72.000 fólk í starvi. ENI framleiðir meira enn eina millión tunnur av olju um dagin, og verður roknað sum sætta størsta oljufelag í heiminum.
Endamál við BDAS
Vinnuráðgevingin hjá Agip Faroe Branch ber enska heitið Business Development Advisory Service, stytt BDAS, og er stovnað við hesum endamálum:
? at lúka krøvini í leitiloyvunum um føroyska luttøku
? at vera við til at gera føroyska búskapin meira fjøltáttaðan
? at menna nýggjar útflutningsmøguleikar innan føroyska vinnulívið
? byggja upp kappingarføri og tøkniliga vitan hjá føroyskum fyritøkum. Hetta kann eisini verða gjørt í samstarvi við útlendskar fyritøkur.
Samanumtikið er endamálið við BDAS at menna førleikan hjá føroyskum fyritøkum, so tær verða førar fyri at kappast á jøvnum føti á altjóða oljuvinnumarknaðinum. Ráðgevingin er tó ikki bert avmarkað til fyritøkur innan oljuvinnuna, men er eisini ætlað virkjum og verkætlanum, sum eru nýskapandi og hava møguleikar á útflutningsmarknaðinum.
Lýsing av ráðgevingini
BDAS fer at veita trý ymisk sløg av ráðgeving, sum verður ólík í innihaldi og høvuðsdenti.
Tann mest umfatandi ráðgevingin verður rópt »Víðfevnd vinnuráðgeving«, sum verður veitt ávísum fyritøkum, sum Agip hevur valt út hetta seinasta hálva árið.
Endamálið við hesari ráðgevingini er at stimbra fyritøkuni í at gerast ein betri í heimsflokki. Marknaðurin hjá veitaranum kann verða tann føroyski/altjóða oljuvinnumarknaðurin ella aðrir útflutningsmarknaðir, treytað av at teir eru við til at gera tann føroyska búskapin meira fjøltáttaðan.
BDAS fer at ráðgeva í sambandi við virkismenning og marknaðarmenning hjá fyritøkuni ? til dømis innan strategiska ráðlegging; heildargreining og seta málsetningar, marknaðargreining, førleikagreining o.s.fr. Harumframt fer BDAS at lætta um hjá fyritøkuni, tá talan er um at nema sær útbúgving, tøkniliga førleikamenning, góðsku- og HSE skipanir og at fáa í lag handilssambond.
Umframt »Víðfenda vinnuráðgeving« fer Agip eisini at veita sokallaða »Ad hoc vinnuráðgeving«, sum stendur øllum føroyskum fyritøkum við áhuga fyri oljuvinnu í boði. Fyritøkur kunna seta seg í samband við Agip til tess at fáa ávísar upplýsingar ella serkøna meting, t.d. tá talan er um marknaðarupplýsingar, spurningar viðvíkjandi góðsku og HSE skipanum, upplýsingar og fyrispurningar um møguligar samstarvsfelagar, seljarar og veitarar, o.s.fr.
Skipa fyri útbúgvingartiltøkum
BDAS fer umframt beinleiðis ráðgeving at skipa fyri seminarum og útbúgvingarskeiðum. Hetta virksemið verður í samstarvi við føroyskar stovnar og fyritøkur, sum eru virkin á hesum øki - m.a. er ætlanin at skipa fyri einum seminari fyrst í komandi ári um gagnnýtslu av góðskustýring í dagliga rakstrinum.
Agip fer eisini at menna eitt sonevnt »Petroleum Exploration Business Game« í samstarvi við føroyska KT fyritøku, og væntandi verður sáttmáli undirskrivaður seinast í november mánaði. Spælið er ætlað næmingum í miðnámsútbúgvingum, og endamálið er at økja kunnleikan um leitingarvirksemið, sum fer fram við Føroyar.
Mugu liggja framvið
Omanfyri er nomið við nakað av tí, sum Agip ætlar at gera innan førleikamenning í føroysku vinnuni. Um føroyskar fyritøkur vilja fáa lut í førleikamenningini, sum teimum stendur í boði frá oljufeløgunum sambært leitiloyvunum, so mugu fyritøkurnar í fyrsta lagi staðfesta, hvar og hvussu teimum tørva førleikamenning, og síðan liggja framvið fyri at fáa part av teimum midlum, sum eru sett av til hetta økið. Tær fyritøkur, sum leggja seg eftir hesum leisti, fara ivaleyst at sanna, at førleikamenning kann gerast ein dyggur stuðul í royndunum at taka lut í oljuvirkseminum í Føroyum.