Johan Mortensen
-------
Tiltakið í farnu viku við toski frá Føroya Banka eydnaðist væl. Toskurin, sum Magnus Heinason fekk á bankanum, fekk nogva umrøðu og tey sum ótu á Áarstovu fingu eina stóra gastronomiska uppliving. Tað verður sagt at Føroyingar eta ikki fisk tá farið verður út at eta, men her var Áarstova so fullset trý kvøld í rað og fingu gestirnar at sanna hvussu ófatuliga vælsmakkandi hesin toskurin er.
Føroya Banki er eitt ótruligt náttúrufyribrigdi, hann er 20 ferðir 20 fjórðingar og við sinum egna økosystemi og er toskurin har millum heimsins besti. Stórur og skjottvaksandi og sera proteinríkur. Hjá Spaniolum og Bretum stendur “Faroe Bank” sum eitt heiti fyri góðsku og villa náttúru.
Føroya Banki er ídag friðaður aftaná at vit hava gjørt okkara ítarsta fyri at oyða stovnin við fyrilita- leysari trolveiðu. Royndirnar sum Magnus Heinason gjørdi nu sýna at stovnurin er í vøkstri. Føroya Banki skal ongantið latast upp aftur fyri størri vinnuliga veiðu. Heldur skal ein sera regulerað veiða við einans húki fara fram tá mett verður at stovnurin aftur tolir eina roynd.
Føroya Banki er kanska okkara størsta brand. Føroya Banki eigur at verða nyttur í marknaðarføringini av Føroyum. Nogv gastronomiskt kann eisini fáast burturúr, ein Føroya Banka Toskadagur um várið kann uttan iva fáa fólk ur øllum heiminum hendavegin.
Vit eiga at lýsa Føroya Banka sum ein tjóðargarð og fáa hann á World Heritage listan hjá sameindu tjóðunum.
Sum sagt eydnaðist tiltakið sera væl og við góðum samstarvi millum Vinnumálaráðið, Havstovuna, Áarstovu, fjølmiðlarnar og øllum sum hava alsk til okkara nátturutilfeingi og gastronomi. Arbeitt verður nú víðari við Føroya Banka degnum 2012 ! Øll uppskot eru vælkomin. Føroya Banki er ogn Føroya Fólks, latum okkum gagnnyta hann Føroyum at frama.