Føroya Banki skal ikki á skeivar hendur

Eingin fær meira enn 10 prosent av atkvøðurættinum í P/F Føroya Banka, og Fíggingargrunnurin frá 1992 skal góðtaka allar viðtøkubroytingar. Fíggingargrunnurin frá 1992 fer at tryggja seg ímóti, at Føroya Banki fer á skeivar hendur, nú hann skal seljast.

-Eingin fær meira enn 10 prosent av atkvøðurættinum, og Fíggingargrunnurin skal góðtaka allar viðtøkubroytingar, sigur Eyðun á Rógvi, formaður í Fíggingargrunninum frá 1992, við Útvarpið.

Í fyrstu syftu verða 66 prosent av bankanum sett til sølu, og Fíggingargrunnurin skal hava hini 34 prosentini eftir fyri at varðveita tamarhaldið vegna landsstýrið.

Eginpeningurin hjá Føroya banka er nú 1,2 millardir krónur, men samlaða virðið hevur verið mett til at verða einar tvær milliardir krónur. Landsstýrið hevur sett sær fyri at fáa ein breiðan eigaraskara av Føroya banka, og Eyðun á Rógvi væntar, at tað fer at bera til.