Føroya Banki er verdur millum 1,6 og 1,9 milliard krónur, sigur formaðurin í Fíggingargrunninum, Eyðun á Rógvi Svenski handilsbankin hevur gjørt metingar av kostnaðinum av Føroya Banka, og er komið fram til, at prísurin fyri allan bankan liggur einastaðni millum 1,6 og 1,9 milliard krónur.
Hetta samsvarar væl við tað, sum formaðurin í Fíggingargrunninum frá 1992 hevði væntað. Og Eyðun á Rógvi sigur sambært Útvarpinum, at framtíðarmøguleikarnir og -ætlanirnar við Føroya Banka geva teimum eina vón um, at virðið á bankanum fer at vaksa í framtíðini.
Eginpeningurin í Føroya Banka er 1,25 milliard krónur og solvensurin er 28 prosent. Fíggjarliga málið er ein árligur vøkstur í inntøkunum á 10 prosent, og í longdini eina renting av eginognini á 12 prosent eftir skatt. Málið er haraftrat at minka solvensin niður í 12 prosent.