Nú verður tað fyrsta dagin, at farið verður undir arbeiðið at gera rundkoyringina í Gøtudali.
Tað upplýsti Bjarni Djurholm, landsstýrismaður í vinnumálum í løgtinginum í gjár.
Hetta er Føroya mest umrødda rundkoyring og hon hevur verið til umrøðu á tí høga tingi fleiri ferðir.
Og í gjár var tað so Tórbjørn Jacobsen, sum vildi hava at vita, hvussu gongur við ætlanini.
Bjarni Djurholm upplýsti, at ætlanin hevði leingi verið at fara undir rundkoyringina, men so vildi Gøtu Kommuna knýta nýggja ídnaðarøkið upp í rundkoyringina.
Tað ger, at rundkoyringin mátti flytast og gerast størri og tí varð hon eisini dýrari.
Samráðingar hava verið um, hvør skuldi rinda meirkostnaðin, men Bjarni Djurholm sigur, at nú er avgjørt, at landið skal betala meirkostnaðin, tí tað er í samsvari við trygdarátøk á vegum yvirhøvur. Sostatt verður farið undir rundkoyringina fyrsta dagin.
Og Bjarni Djurholm staðfesti, at allur peningurin verður játtaður í einum og tað merkir so eisini ,at øll rundkoyringin verður gjørd í einum, ístðain fyri at játtanin verður petta sundur yvir fleiri ár, sum onkur eisini fryktaði fyri.