Við hesum hevur felagið ikki færri enn 33 leitiloyvi tilsamans á føroyskum øki, bretska og norska landgrunninum og á hálendskum øki. Tað kemur rættiliga óvart á leiðsluna í felagnum, at tað skuldi ganga so væl í hond, slag í slag, fyrst í Noregi og nú í Bretlandi at fáa loyvi at leita eftir olju og gassi.
Felagið, sum hevur dótturfeløg í bæði Noregi og Bretlandi og harvið eisini nógv fólk í arbeiði uttan fyri landoddarnar, gjørdist fyristøðufelag í tveimum av teimum fimm loyvunum í bretskum øki.
Meðan trý av loyvunum liggja í Norðsjónum, so eru tvey loyvi á leiðunum millum Hetland og føroyska markið, á Atlantsmótinum. Eitt loyvi er har norðuri saman við oljugigantinum Chevron, har Chevron er fyristøðufelag. Hitt loyvið er longur syðri, stutt frá føroyska markinum, og nærhendis Marjunfundinum á føroyska landgrunninum.
Nils Sørensen, stjóri í Føroya Kolvetni sigur, at teir eru sera fegnir um at hava fingið hesi bæði loyvini á Atlantsmótinum. Hann sigur, at tað er altíð hugaligt at kunna arbeiða saman við einum so seriøsum oljufelag sum Chevron. At teir so einsamallir hava fingið eitt loyvi nærhendis Marjunfundinum, sum varð gjørt á føroyskum øki nøkur ár herfyri, hóskar sera væl inn í arbeiðsætlanina hjá felagnum. Faroe Petrolum sær nevniliga stórar møguleikar her, hóast avmarkingarbrunnurin, sum Hess boraði í grannalagnum, ikki gav nakað úrslit. Sum skilst so verður mett, at størri parturin av Marjunfundinum liggur á bretskum øki, og at Hess boringin nøkur ár herfyri rakti skeivt. Jarðfrøðingarnir hjá Faroe Petroleum síggja sjálvstøðugar strukturar, sum kunnu vera í familju við Marjun hinumegin markið.
Graham Stewart, stjóri í Faroe Petrolum í Onglandi, sigur, at teir eru sera fegnir um tey 11 loyvini felagið hevur fingið seinastu dagarnar. Hesi eru við til at styrkja um støðuna hjá felagnum sum altjóða oljufelag, og tað fer so aftur at gagna íleggjarunum, sum eru bæði í Føroyum og í útlandinum.
Í dag arbeiða 25 fólk hjá Føroya Kolvetni, har tey flestu eru í Noregi og Skotlandi. Leiðslan í felagnum fegnast um, at tað hevur eydnast at menna tøkniliga partin av stabinum, soleiðis at felagið umframt at selja og keypa loyvi eisini sjálvt setir út í kortið og er við til at bora brunnar. Eitt dømi um hetta verður brunnurin felagið fer at bora saman við ENI á føroyska landgrunninum í 2008.
Onnur feløg, sum hava fingið loyvi á Atlantsmótinum í 25. umfarinum í Bretlandi, og sum tí eisini hevur okkara áhuga, eru Total, Talismann, Dong, OMV, Hurrycane, Rock Source, Penguin Oil og onnur.