Úr øllum heiminum streyma inn føðingardagsheilsanir til Nelson Mandela, sum fyllur 90 ár í dag. Eisini úr Føroyum. Jóannes Eidesgaard hevur vegna landsstýrið og Føroya fólk sent føðingardagsheilsan. Løgmaður skrivar m.a.:
– Vit, sum búleikast her í Norðuratlantshavi, eru vorðin hugtikin av og hava fingið íblástur frá tygara serstøku avrikum. Við stórum persónligum offrum stríddist tygum fyri rættvísi, tá alt tóktist at vera vónleyst. Tygara sigur var ein orsøk til, at vit kundu styrkja okkum í trúnni á, at rættvísi sigrar.
Løgmaður skrivar víðari, at hesin stóri dagurin, gevur okkum øllum eitt høvi til at vísa, hvussu fegin vit eru um, at Mandela er millum okkum. Hann rósar eisini Mandela fyri tað arbeiði hann hevur gjørt og framvegis ger til frama fyri eitt nú HIV- og Aidsraktum børnum.