Í morgun kl. 9 byrjaði almenn ráðstevna á Sjónám í Klaksvík um trygd á sjónum. Fiskivinnan hevur framvegis 30 - 40 ferðir fleiri deyðsføll, enn vinnur á landi hava, eisini samanborið við grannalondini, greiddi Annbjørg á Høvdanum, vinnusálarfrøðingur frá.
Skaðar á sjónum – kanska serliga innan fiskivinnu, eru 4 ferðir so nógvir á sjónum, samanborið við vinnu á landi, segði Annbjørg, sum í 2014 fór undir at samla og greina upplýsingar um vanlukkur í føroysku fiskivinnuni.
Talan er um vanlukkur, sum eru hendar í tíðarskeiðinum frá 1972 til 2014, og hesi tøl hevur hon nú fingið hagtalsviðgjørd.
Eitt gleðiligt er tó at leggja tilmerkis, at skaðatilburðirnir eru fallandi, og verður hetta tilskrivað teirri lóggávu, sum er um trygd á sjónum og frálæru í hesum við m.a. trygdarskeiðum og krav um trygdarvenjingum umborð.
Við at hava sett hagtøl á skaðar og greina hvar og hvussu skaðar henda, ber betri til at verja seg, kanst tú siga. Fall-skaðar, at okkurt dettur á ein, rósar á ein, at kleimast ella glíða, eru flestu skaðaorsøkirnar. Ert tú dekkari, ert tú í tvær ferðir størri vanda fyri skaðum í mun til at vera kokkur, og soleiðis kann verða hildið fram at luta sundur við tteir á brúnni ella í maskinrúminum.
Tí er ein av settningunum við at skráseta allar skaðar á sjónum enn betir, at kunna læra og vita betri hvar vandar liggja, og á henda hátt at kunna verja seg/sjómannin betri.
Ein sera áhugaverdur dagur, ið eisini hevði norðurlendskan áhuga, har m.o. Jørgen Møller Christiansen, seniorgranskari frá Syddansk Universitet og seniorgranskari Ingunn M. Holmen, SINTEF Fiskeri og havbruk í Noregi vóru tilstaðar og høvdu sínar framløgu.
Pallborðsfundur
Í kvøld kl. 19 verður almennur pallborðsfundur við yvirskriftini “Trygdar- og heilsu politikkur fyri føroyskar sjómenn anno 2016”.
- Í panelinum sita Anfinnur Garðalíð vegna manningarfeløgini, eitt umboð fyri reiðarafeløgini, Pál Weihe, yvirlækni á deildini fyri Arbeiðs – og Almannaheilsu, Høgni hoydal landsstýrismaður í fiskivinnumálum, og Ragnar Ludvig leiðari á Sjónám.
Eisini verða borð við upplýsandi tilfari frá luttakandi londunum og ein sølubásur við persónligari trygdarútgerð.