Føroya skjótasta bygd 25 sekund

Longri tekur tað ikki at koyra ígjøgnum hana, heldur teg til mest loyvdu ferð. Tey flestu ? ið hvussu so er nógv fremmandafólk - uppdaga hana slett ikki, tá ið tey strúka framvið.Summi hava kanska ongantíð hoyrt navnið.

Undir Gøtueið eitur hon. Sambært gula vegskeltinum. Bara Gøtueið, sambært føroyska landakortinum, listanum yvir postøki og telefonbókini. Sjálvi kalla tey bygdina undir Gøtueið, ella undir Eiðinum.

So stutt er millum Gøtueið og grannabygdina, Skipanes, at tey undir Gøtueið so at siga kunnu standa í túninum og spýta yvir í grannakommununa. Ella sum ein av bygdarmonnunum málber seg:

- Eg kann míga úr havanum yvir í Runavíkar kommunu.

Gøtueið hoyrir nevniliga til Gøtu kommunu, meðan Skipanes hoyrir til Rúnavíkar kommunu.Markið er Eiðisá.

Tey umleið 30 fólkini undir Eiðinum rópa seg gøtumenn. Tey flestu halda við GÍ, meðan grannarnir rópa á NSÍ. Skúlabørnini ganga í skúla í Gøtu og í Fuglafirði, meðan

tey á Skipanesi ganga í skúla við Skálafjørðin.Gøtueið hevur bert 13 telefonfelagar afturímóti 47 í grannabygdini sunnafyri ánna. Og meðan felagarnir á Skipanesi hava alskyns eftirnøvn líka frá Konoy, Østerø, Skibenæs og Skipanes, ja so er tað meira einfalt undir Gøtueið. Har eita felagarnir antin Joensen ella Poulsen.

Hóast hetta er grannalagið millum tey undir Gøtueið og Skipanes gott. Tey skipa fyri felags tiltøkum, og rósa sær millum annað av, at hava átt føroya størsta nýggjársbál.

Kanska tú kveitir upp næstu ferð, tú strýkur framvið Føroya skjótastu bygd...