Aftur í ár heldur Føroya Symfoniorkestur eina jóla- og familjukonsert og í ár verður hon í Høllini á Hálsi sunnudagin klokkan 16.
Hetta afturvendandi tiltak er eitt givið høvi hjá allari familjuni at seta hol á jólafyrireikingina saman, tí her er nakað fyri øll at hoyra og at hugna sær við, siga tey í symfoniorkestrinum.
Byrjað verður við eini syrpu fyri orkestur av kendum jólasangum, eitt nú "Santa Claus is comin´ to town" og "Have yourself a merry little Christmas" fyri at nevna tveir.
Tveir dugnaligir næmingar úr Tórshavnar Musikkskúla vera solistar á violin í kendu dupultkonsertini av Johann Sebastian Bach.
Jólakonsertin hjá Føroya Symfoniorkestri gevur eisini ungum, evnagóðum næmingum høvi til at vera við í orkesturspæli, saman við yrkistónleikarum.
Tey fara eisini at spæla tónleik úr Suite L´Arlesienne av Bizet, sum er lættur og eggjandi tónleikur.
Sjálvandi verður eisini filmtónleikur at hoyra og hesuferð fara tey at spæla eitt brot úr The Gladiator.
Og sum vant fer eisini eittstórt barnakór fer at syngja nakrar vælkendar jólasangir og tað verður eisini felagssangur saman við orkestrinum.
Høvuðsverkið á hesi jólakonsertini verður eitt púra nýtt verk, sum er skrivað til Føroya Symfoniorkestur.
Verkið er søgan um unga Sigmund Brestisson, sum Jákup Veyhe hevur umskrivað og Atli Petersen gjørt tónleik til.
Á jólakonsertini fer symfoniorkestrið at spæla eitt brot úr verkinum, men í vár verður tað spælt í síni heild á einum barnakonsert í Norðurlandahúsinum.
Jákup Veyhe verður annars framsøgumaður á konsertini, og tá hann er við, er altíð roknast við onkrum óvæntaðum, siga tey í symfoniorkestrinum.