Hví eitur tað Flags?
- Lýsingardeildin fekk til uppgávu at finna navn til nýggju tænastu okkara. At flagsa merkir at fara á flog. Tað kann so seta tankarnar í gongd; at mann er fríur, tá mann fær informatiónirnar, sigur Jónhild Rasmussen, leiðari av marknaðarstápinum á Føroya Tele.
Nýggja fartelefontænastan gevur brúkaranum atgongd til ein part av alnótini gjøgnum fartelefonina. Um tú hevur eina GPRS- ella EDGE-telefon - sum tey flestu hava - so kanst tú fáa Flags frá Føroya Tele.
- Flags er ein serlig internetsíða til fartelefonir, har tú finnur eitt hav av informatiónum. Alt frá tíðindum á Portalinum til telduopst. Tú kanst fara inn á nummar.fo, og tú kanst eisini síggja vevmyndir. Harumframt kanst tú fara inn á ymsar danskar tíðindasíður, til dømis Jyllands-Posten, Børsen, og Berlingske Tidende. Hesar er allar serligar internetsíður, sum er tilgjørdar fartelefonina, sigur Jónhild Rasmussen.
Annað enn bert tos
Jónhild Rasmussen sigur, at nú hevur tú alt beinleiðis á telefonini.
- Tú kanst brúka fartelefonina til annað enn at tosa í. Tú brúkar hana meira sum eitt informatiónstól, sigur Jónhild Rasmussen, marknaðarleiðari á Føroya Tele.
Hon sigur, at so við og við fara fleiri Flags-tænastur at koma. Enn ber til dømis ikki til at chatta við Flags, men Jónhild Rasmussen arbeiðir við møguleikanum.
- Tú kanst fara inn á Yahoo og post.olivant, og vit arbeiða eisini við at fáa MSN, sigur Jónhild Rasmussen.
- Eisini er møguligt at stytta sær um stundir við Flags, har tú kanst spæla fyrsta føroyska fartelefonspælið ULPA, sum er ment saman við føroysku KT-fyritøkuni Simprentis. Ulpa er ikki bert tað fyrsta føroyska fartelefonspælið, men er eisini heimsins fyrsta fleirbrúkara virkisspæl til fartelefonir. Í spælinum ert tú eitt virki, sum setur saman ulpu-figurar í samstarvi og kapping við hini, sum eru við. Málið er at fáa so stórt yvirskot sum møguligt, sigur Jónhild Rasmussen.
25 krónur per megabyte
Tað er ókeypis at stovna Flags, men tað kostar at brúka. 25 krónur per megabyte er kostnaðurin. Hetta svarar til umleið 40 vanligar teldupostar við teksti, ella einar 50 til 100 greinar á Portalinum.
Soleiðis gert tú
Møguleikarnir eru tveir í tali. Tú kanst senda eini SMS-boð til 1441 við tekstinum "flags," og so fært tú uppsetingina sendandi. Tú kanst eisini fara inn á heimasíðuna hjá Føroya Tele og seta tað upp tann vegin.
- Men hetta krevur, at tú hevur eina GPRS-telefon ella EDGE-telefon. Hevur tú eina Edge-telefon, so koyrir sambandið skjótari. Ein rúgva av fólki hava meldað seg til longu nú. Tað vísir seg, at tað at lesa tíðindi er ordiliga interessant, sigur Jónhild Rasmussen, marknaðarleiðari á Føroya Tele.
--
MYNDATEKSTUR: - Skjótleikin av Flags er treytaður av hvørjari telefon tú hevur. Um tú hevur eina EDGE-telefon, sum er ein víðarimenning av GPRS, so koyrir tað nógv skjótari, sigur Jónhild Rasmussen, leiðari av marknaðarstápinum á Føroya Tele. Tann bíligasta GPRS-telefonin, har tú kanst nýta Flags, kostar 1.099 kr. Tann bílígasta EDGE-telefonin kostar 1.499 kr.