Føroya Tele flytir av Tinghúsvegnum

TíÐindaskriv frá Føroya Tele

 

Í samband við at bygningurin á Tinghúsveg 3 nú verður yvirtikin av løgtinginum, eru fleiri broytingar farnar fram innan-hýsis á Føroya Tele. Deildir okkara, sum hava hildið til á Tinghúsvegi 3, eru farnar í onnur høli. Eftir er bert teknikkurin.


Hvar tær ymisku deildirnar eru fluttar:


? Starvsfólkadeildin er flutt niðan á Háls -

? Stjórnarskrivstovan er flutt niðan á Háls -

? Altjóða- og samstarvsdeildin er flutt niðan á Háls

? Fíggjardeildin er flutt upp á loftið hjá AMA-billutir ? Fútalág 1b, Havn

? Tænastumenningin og Marknaðarføringin er flutt niðan í Klingruna í Hoyvík á veg Inn á Gøtu - Klingran 5, 188 Hoyvík


Móttøkan og telefonboksirnar, sum hava hildið til í gongini niðast í bygninginum, verða niðurløgd. Frá mánadegi 12. mars 2001 verður eingin móttøka og ongar telefonboksir meir á Tinghúsvegi 3.

Her verður víst niðan á Tænastumiðstøðina, sum er á gomluTelegrafstøðini á Tinghúsvegi 64.