Føroya Tele hevði stórt yvirskot

Eisini Føroya Tele vísir hesar dagarnar á eitt gott hálvársúrslit. Tá tað leysa er fara burturav, so stendur Føroya Tele við 20,6 mío í yvirskoti.

 

Hesar dagarnar hevur tað so at siga regna inn við hálvársroknskapum. Eisini Føroya Tele hevur kungjørt teirra roknskap. Úrslitið hjá teimum gevur eisini leiðsluni møguleikan at fegnast. Heilar 20,6 mío standa eftir á kontoini, og hetta er bæði eftir skatt og tað sokallaða konsessiónsgjald til landskassan og raksturin av fjarskiftiseftirlitinum.

Góða úrslitið hjá Føroya Tele fyrra hálvár í ár er eisini munandi betri enn úrslitið fyri sama tíðarskeið í fjør, tá úrslitið gjørdist eitt yvirskot áljóðandi 14,5 mió. Hetta merkis sostatt, at talan er um ein vøkstur upp á 6,1 míó. Føroya Tele upplýsir, at 2,6 mío av hesum skyldast afturførdum avskrivingum.

Framhaldandi góða búskaparliga gongdin í Føroyum, og nýggi tørvurin hjá fólki, eru sjálvandi nakrar av orsøkunum til, at tað gongur so mikið væl hjá Føroya Tele.

Innanfyri GSM, Internet og uttanlandstelefoni gongur framá hjá Føroya Tele, og tað er eisini økti vinningurin á hesum økjum, sum fær æruna fyri framgongdina hesar fyrstu seks mánaðinar í ár.

Hóast størri kapping er á samskiftis økinum í Føroyum í løtuni, so vísir gongdin hjá Føroya Tele seg at vera framhaldandi góð. Føroya Tele ásannar tó, at stórar íløgur liggja fyri framman.

Gongdin higartil í ár ger, at Føroya Tele hevur góðar vónir fyri restina av árinum.