Føroya Tele eigur nú 55 prosent av formula.fo, sum umvegis dótturfeløg í Danmark er í holt við at taka seg inn á evropeiska marknaðin. KT og fjarskifti renna alt meira saman, og tí er talan um eina áhugaverda íløgu hjá Føroya Tele, sum saman við formula.fo á hendan hátt setir seg mitt í tað virðismikla vitanarbýti, ið fer fram í KT- og fjarskiftisvinnuni.
Føroya Tele eigur nú 55 prosent av KT-fyritøkuni formula.fo. Føroya Tele keypti í fjør 25 prosent av formula.fo, og nú hevur Føroya Tele keypt 30 prosent afturat av KT-fyritøkuni. Sostatt hevur Føroya Tele tryggjað sær meirilutan í Formula.fo, sum nú í nøkur ár hevur havt fótin fastan á Norðurlendska KT-marknaðinum.
?KT og fjarskifti eru vorðin tveir óloysiligir partar, sum støðugt renna alt meira saman. Keypið av formula.fo hevur við sær, at Føroya Tele frameftir fer at veita bæði vinnulívi og privatkundum munandi betri tænastur?, sigur Kristian R. Davidsen, stjóri í Føroya Tele.
Talan er eisini um eina virðisøking hjá Føroya Tele. formula.fo hevur munadyggar royndir innan KT, og fyritøkan er í holt við at taka seg inn á evropeiska KT-marknaðin. Kristian R. Davidsen vísir á, at hetta er ein styrki hjá formula.fo, sum bæði kann koma kundunum hjá Føroya Tele og føroyska samfelagnum sum heild til góðar.
Virðismikið vitanarrensl
Formula.fo stovnaði fyrr í ár, saman við Føroya Tele, Eik og TF Holding, felagið Formula International, sum er eitt føroyskt felag burturav. Hetta felagið stovnaði eitt partafelag í Danmark, sum nevnist Norriq, ið merkir norðurlendsk vitan. Norriq A/S keypti í vár og í summar donsku KT-fyritøkurnar Munk IT og Conzern, og Norriq hevur í dag keypt KT-fyritøkuna Senseit Business Solutions. Norriq ætlar eisini at keypa fleiri aðrar danskar, týskar og enskar KT-fyritøkur.
Torkil Holm Petersen er stjóri í Formula.fo og Formula International, og hann vísir á, at keypini hava til endamáls bæði at spjaða vitan millum starvsfólk í samtakinum og at savna vitanina undir sama taki.
?Vit skapa soleiðis eitt virðismikið vitanarrensl ímillum Føroyar og Evropa, samstundis sum vit taka okkum inn á útlendska KT-marknaðin við føroyskum loysnum, sum eru grundaðar á Microsoft-skipanir, sigur Torkil Holm Petersen.
Føroya Tele og Formula.fo fara framhaldandi at styrkja sína støðu á heimamarknaðinum við at veita føroyska viðskiftahópinum bestu og munadyggastu KT- og fjarskiftisloysnir, sum frameftir verða beinleiðis partur av menningini rundan um okkum.
?Saman kunnu vit veita fyritøkum, stovnum og privatkundum heildarloysnir innan KT og fjarskifti, sum hava støði í nýggjastu vitanini uttanlands. Samstundis fáa okkara starvsfólk høvi at arbeiða í einum mennandi umhvørvi, sum verður grundað á breitt samstarv og verkætlanir tvørtur um landamørk?, staðfesta Kristian R. Davidsen og Torkil Holm Petersen.