Føroyabreytin skapar mentandi uppliving

Breytin er eitt upplagt høvi, bæði hjá næmingum og hjá starvsfólki, at vitja alt land okkara, og harvið eisini seta seg inn í, hvat er serstakt á ymisku økjunum viðvíkjandi mati, mentan, list, djóralívi, og fólki, sigur Pól Arni Holm, skúlastjóri á Føroya Eftirskúla, um serstaka tilboðið, ið næmingarnir á eftirskúlanum sleppa at uppliva

 

Eftir summarfrítíðina 2020 byrja næmingar á føroyskum eftirskúla fyri fyrstu ferð. Føroya Eftirskúli á Tvøroyri er skipaður sum eitt 10. og 11. floks tilboð við serstøkum breytum, og skúlin hevur eisini samstarv við Tvøroyrar Skúla.

Tilboðini, sum Føroya Eftirskúli bjóðar eru sera fjølbroytt og spennandi, og leiðarin á eftirskúlanum Pól Arni Holm gleðir seg til nýggju avbjóðingina.

– Ætlanirnar um eftirskúla í Føroyum vórðu gróðursettar fyri mongum árum síðani, og nú verður endiliga byrjað. Føroya Eftirskúli er fyrsti veruligi eftirskúlin í Føroyum, og vit fara at leggja okkum eftir at næmingarnir fáa eina mentandi uppliving, sigur Pól Arni Holm.

Føroyabreytin serstøk
Tað er serliga Føroyabreytin, sum skúlin bjóðar, ið gjøgnum eftirskúlaárið skal veita næmingunum hesa mentandi upplivingina.

Á Føroyabreytini læra næmingar um føroyska mentan, søgu, samtíð og lív- og landafrøði. Hetta verður lagt til rættis við 18 skapandi og nemandi sjálvstøðugum útferðum kring landið, har vitjað verður á øllum oyggjunum.

–Føroyabreytin og Films- og sjónleikabreytin eru kravdar hjá øllum næmingunum, ið eru á eftirskúla. Ætlanin er, at tey, sum eru á Films- og sjónleikabreytini eisini gera upptøkur og dokumentera, tá vitjað verður á oyggjunum kring landið, sigur hann.

– Hendan breytin er eitt upplagt høvi, bæði hjá næmingum og hjá starvsfólki, at vitja alt land okkara, og harvið eisini seta seg inn í, hvat er serstakt á ymisku økjunum viðvíkjandi mati, mentan, list, djóralívi, og fólki. Á ymisku oyggjunum verða áhugaverd støð vitjað og prátað verður við fólk úr økjunum. Ætlanin er, at næmingar eisini liggja nátt har, leggur hann aftrat.

 Hann greiðir frá, at hesar vitjanirnar leggja lunnar undir eina holla grundvitan um land okkara, serstøk fólk og hendingar.

Umframt Føroyabreytina og Films- og sjónleikabreytina hava næmingarnir eisini tær vanligu lærugreinarnar, ið verða tiknar í 10. flokki. Hinar breytirnar verða tí tiknar á Tvøroyar skúla.

Áhugi úr øðrum londum
Pól Arni Holm sigur, at nakrar umsóknir longu nú eru komnar, og at tey eisini hava fyrispurninar frá fólki úr øðrum londum.

Tað hevur verið stórur áhugi í skúlanum frá næmingum í Føroyum, Danmark og Grønlandi.

–Tað eru óivað føroyingar, sum ikki búgva í Føroyum, sum ynskja, at børn teirra fáa eina eftirskúlauppliving í Føroyum. Tað vísir seg, at 40 prosent av næmingum í Grønlandi fara til Danmarkar á eftirskúla, og tað kann eisini verða spennandi hjá summum av teimum næmingunum at sleppa til Føroya, sigur hann.

– Á Føroya Eftirskúla fáa ung eina uppliving fyri lívið undir tryggum og góðum kørmum. Tað er upplagt, at Suðuroyggin verður ein oyggj við bæði eftir- og háskúlatilboði, tí Suðuroyggin er í Føroyum, men hon er kortini so mikið langt burturi, at tey ungu veruliga fáa eina øðrvísi og mennandi uppliving, sigur skúlastjórin.