Kappingarnar hjá teimum yngru deildunum enda í hesum døgum. Hetta vikuskiftið hava seinastu umførini verið í onkrum deildum, og aðrar deildar eru longu lidnar.
Hjá gentum hevur HB vunnu pinkudeildina, B36 vann 10-12, KÍ vann smágentudeildina, og í gentudeildini hava Skála og HB dystast um gullið.
Hjá dreingjunum hevur KÍ vunnu smápiltadeildina og NSÍ vann piltadeildina. Spælt verður framvegis hjá smádreingjum, dreingjum og unglingum.
Vit fara at heita á okkara lesarar at senda okkum myndir av føroyameistarunum. Send myndina við nøvnum á spælarum til post@sosialurin.fo