Føroyameistararnir fingu góða byrjan

Annað umfar í fótbóltslandskappingini hjá kvinnunum varð leikt um vikuskiftið, og nógv bendir á, at HB er eins væl fyri í ár, sum tær vóru í fjør

Heini í Skorini


Um vikuskiftið varð annað umfar í fótbóltskappingini hjá kvinnunum leikt. Í bólki A, har liðini eru HB, Skála, VB, GÍ, Sumba og AB, hevur HB fingið eina góða byrjan við sigrum í báðum teim fyrstu dystunum. Seinasta vikuskiftið vunnu tær heili 9-0 á Skála, og hetta vikuskiftið eydnaðist teimum á heimavølli at vinna 3-1 á VB. Tann altíð vandamikla Maria Johnsson legði HB á odda eftir eitt korter, men bert tveir minuttir seinni javnaði málslúkarin Halltóra Joensen fyri VB. Í 33. minutti legði Fríða Petersen HB framum til 2-1, sum eisini var hálvleiksstøðan. Í seinna hálvleiki kom bert eitt mál, og var tað Eyðfríð Kristiansen sum sló sigurin fastan til 3-1. Sostatt hevur HB nú fult stigartal eftir tveir dystir, og ikki kann sigast annað, enn at hóast tað sá sera svart út hjá teimum fyrr í ár vegna fólkatrot, hava HB kvinnurnar fingið eina sera góða byrjan uppá kappingarárið.

Tveir aðrir dystir skuldu eftir ætlan verða spældir í sama bólki, og vóru tað dystirnir millum GÍ-Sumba og Skála-AB. Men av hesum báðum dystum var bert fyrri dysturin leiktur, og henda dystin vann GÍ sannførandi 5-0. Heidi Jacobsen setti hol á málveitsluna hjá GÍ, og síðani gjørdi Kristbjørg Isaksen ikki mætari enn at skjóta eitt reint hat-trick, harav eitt brotsspark, áðrenn Judi Justinussen sló sigurin fastan til 5-0.

Hin dysturin í bólki A skuldi eftir ætlan vera millum Skála og AB, men hesin dysturin varð tíverri ikki spældur, av tí at eingin dómari møtti upp. Seinasta vikuskiftið skuldi AB eftir ætlan spæla á útivølli móti GÍ, men hesin dystur varð eisini útsettur vegan kava. AB hevur sostatt ikki spælt nakran dyst í landskappingini enn.

Støðan í bólki A er hon, at HB hevur seks stig eftir tveir dystir, GÍ og VB hava trý stig, men GÍ hevur sum sagt ein dyst til góðar. Sumba og Skála hava ikki fingið nakað stig til høldar, og tey bæði liðini hava spælt ávikavist tveir og ein dyst. AB hevur sum sagt ikki spælt nakran dyst enn.


Bólkur B

Í bólki B eru liðini B36, KÍ, B71, EB/Streymur og NSÍ. Har hevur eitt lið frí hvørt vikuskiftið, av tí at bert fimm lið eru í bólkinum, og hetta vikuskiftið var tað B36 sum kundi hvíla. Dystirnir vóru so ímillum EB/Streym-B71 og KÍ-NSÍ.

Bæði EB/Streymur og B71 taptu seinasta vikuskiftið móti ávikavist NSÍ og B36, so bæði liðini vóru sera uppsett uppá at vinna. Tá avtornaði var tað B71 sum lá omaná við einum 2-0 sigri, og hóast tað til tíðir var rótut spæl, var tað betra liðið sum vann. Málini komu frá Sólrun Olsen og Elin Højsted, men tað var ein leikari hjá B71, sum átti stóran part av æruni fyri góða úrslitið, og var tað Tóra Nolsøe. Vanliga er hon útileikari, men av tí at málverjin hjá sandingum gav avboð, mátti hon fara í málið, og sum skilst frá B71 venjaranum, Martin Kúrberg, spældi hon ein góðan dyst.

Hin dysturin var sum sagt í Klaksvík ímillum KÍ og NSÍ, og KÍ vann sera sannførandi 6-1. Hálvleiksstøðan var 3-0, og var tað Rannvá Andreassen við tveimum málum, og Malena Josephsen við einum, sum komu á máltalvuna. Í seinna hálvleiki minkaði Irdi Hansen um munin fyri NSÍ, áðrenn Viviann Rasmussen, Ragna Andreassen og Malena Josephsen slóðu sigurin so dyggiliga fastan.

Støðan í bólki B er hon, at heili fýra lið hava trý stig, og eru tað B71, NSÍ, KÍ og B36. KÍ og B36 hava tó bert leikt ein dyst, meðan hini liðini hava spælt tveir. EB/Streymur hevur tapt báðar dystirnar, so tær liggja í botninum við ongum stigum.


Bólkur A:

HB-Skála 9-0

HB: Maria Johnsson 3, Vivian Thorleifsson 2, Eyðfríð Kristiansen 2, Annika Godtfred 2.


VB-Sumba 5-0

VB: Halltóra Joensen 3, Marita Joensen 1, Rannvá Augustinusen 1


GÍ-AB(Útsettur vegna kava)


HB-VB3-1

HB: Maria Johnsson 1, Fríða Petersen 1, Eyðfríð Kristiansen 1.

VB: Halltóra Joensen 1.


GÍ-Sumba 5-0

GÍ: Heidi Jacobsen 1, Kristbjørg Isaksen 3,

Judi Justinussen 1.


Skála-AB(Eingin dómari møtti upp)


Bólkur B:

B71-B36 1-4

B36: Rakul N. Joensen 2, Palma Petersen 1, Sunfríð Simonsen 1.

B71: Sólrun Olsen 1.


NSÍ-EB/Streym4-1

NSÍ: Mariann Isaksen 1, Irdi Hansen 2, Sóleyð Einarsson1.

EB/Streym: Maria Niclasen 1.


KÍ-NSÍ6-1

KÍ: Rannvá Andreassen 2, Ragna Andreassen 1, Malena Josephsen 2, Viviann Rasmussen 1.

NSÍ: Irdi Hansen 1.


EB/Streym-B710-2

B71: Sólrun Olsen 1, Elin Højsted 1.