Føroysk matlist og matkreativitetur stendur einki aftan fyri tað í grannalondum okkara. Tað er prógvað fleiri ferðir fyrr, og tað bleiv enn einaferð staðfest í gjárkvøldið, tá føroyingar vunnu tvær út av sjey Embla-matvirðislønum í Reykjavík.
Veltan fekk virðislønina fyri Norðurlendska Rávøruframleiðaran fyri verkætlanina Grøna Oyggin, sum framleiðir føroyskt grønmeti á Sandi.
- Vit eru sera errin og takksom, og minnast væl til at takka øllum tykkum, sum keypa vørurnar, stuðla okkum og geva okkum góð orð og herðaklapp! siga tey úr Veltan.
Tað eru grannabóndagarðarnir Miðstovugarður og Uttastovugarður, sum hava Veltan.
Við at royna nakað nýtt, gera onkrar feilir og menna, so hava tey fingið størri serkunnleika at dyrka grønmeti í ráum umhvørvi. Og við atgongd til grønmeti við serligari dygd, hevur føroyska matarumhvørvi fingið rávøru at menna seg við.
##med2##
Hin føroyska virðislønin fór til Gimburlombini í Nólsoy, sum fekk virðislønina Norðurlendska Matferðamálið.
Tey framúr nýhugsandi fólkini handan “Gimburlombini” í Nólsoy eru sera dugnalig til at gera alla Nólsoynna og fólkini í bygdini sum ein part av samlaðu ferðavinnuupplivingini og harafturat eisini alt, sum oyggin hevur at bjóða. Hetta verður gjørt uppá ein sera nýhugsandi og modernaðan hátt.
Meyer dámdi Gimburlombini
Danir fingu eisini tvær virðislønir, og har var stjørnukokkurin Claus Meyer ein teirra. Hann fekk virðislønina fyri Norðurlendska Matsamskiftaran.
Tað stuttliga er, at tá Claus Meyer var í Føroyum, royndi hann matin frá Gimburlombunum. Hann segði við Sosialin tá, at tað einasta ordiliga góða breyðið, hann hevði smakkað úr Føroyum, og sum hann var hugtikin av, var tað frá Gimburlombunum. Og nú standa bæði Gimburlombini og Claus Meyer við hvør sínari Embla-virðisløn.
##med3##
Fagnar norðurlendskari matgerð
Virðislønin var sett á stovn fyri at deila vitan og royndir innan matframleiðslu í Norðurlondum. Summarið 2017 vóru Embla virðislønir handaðar fyri fyrstu ferð. Tá gjørdu Føroyar eitt ordans hál. Úr Føroyum vóru tá fýra tilnevnd og av hesum vunnu vit trýggjar Embluvirðislønir. Føroyar vóru tá einasta land, sum vann meiri enn eina Embluvirðisløn.
Embla fagnar tað besta í norðurlendskari matgerð: rávørur, matvørur, framleiðsluhættir og fakfólkini aftanfyri. Embla er ein verkætlan, ið norðurlendska samstarvið Nýnorðurlendskur matur hevur raðfest, og sum Norðurlandaráðið hevur stuðlað. Føroyska luttøkan er skipað í samstarvi millum Bóndafelag Føroya, Uttanríkis- og Vinnumálaráðið, iNOVA, Visit Faroe Islands og Atlantic Airways.
Umframt vinnararnar báðar, Veltan og Gimburlombini, so vóru fýra aðrir føroyskir mataktørar tilnevndir Embla-virðisløn í ár. Hesir vóru: Ein dagur á Grynnuni – Norðurlendskur matur til børn og ung, Jóan Pauli Joensen – Norðurlendski matsamskiftarin, Tarvskálvar á Gásadalsgarðinum – Norðurlendski mathandverkarin, og Johannes Jensen – Norðurlendski matíverksetarin.