Føroyar í eldin á talvolympiaduni í dag

Talv Olympiadan í Istanbul varð sett ígjárkvøldið og seinnapartin kl.

15.00 (13 føroyska tíð), verða fyrstu leikirnir fluttir.

Føroyar eru styrkismettar nr. 74 av teimum 158 luttakandi londunum, og møta í fyrsta umfari Sudan styrkismett nr. 154.

 

Á undanfarnum Olymypiadum hava Føroyar oftani møtt onkrum top-10 landi í fyrsta umfari, men hesa ferð er liðið at meta sum stórfavorittur.

 

Við einari miðalrating uppá 2364, er hetta sterkasta føroyska

talvlandsliðið nakrantíð.

 

Sammett við favorittarnar er tað tó lítið av miklum, Rusland er nr. 1

við miðaltalinum 2769, Ukraine 2730 og Armenia 2724.

 

Av norðanlondum er Svøríki styrkismett nr. 34 (2555), Danmark 39

(2527), Ísland 51 (2490) og Finland 52 (2487).

 

Á heimasíðuni hjá Talvsambandi Føroya www.faroechess.com verða fleiri

myndir lagdar út, og eisini fara telvararnir skiftandi at viðmerkja

okkurt talv.

 

Úrslit, paringar og støður eru at finna á www.chessolympiadistanbul.com

 

Føroyska liðið móti Sudan:

IM Helgi D. Ziska 2469 IM John A. Nilssen 2372 IM John Rødgaard 2354 Jóan H. Andreasen 2260

 

Til ber at fylgja við b einleiðis á: www.chessolympiadistanbul.com/live-games.html