Føroyar eru ein býur

Strategibólkurin fyri infakervi hevur lagt fram uppskot til framtíðar infrakervið. Har verður eitt nú sagt, at miðjast skal ímóti, at ferðatíðin til Havnar svarar til ferðatíðir í størri býum

Strategibólkarnir fyri arbeiðsmarknað, infrakervi og tilfeingi hava sent uppskot síni til hoyringar. Í pappírunum lýsa strategibólkarnir hvørji mál eiga at verða sett fyri økini, og hvat eigur at verða gjørt, fyri at røkka málunum.
Í blaðnum í dag vísa vit á nakrar av niðurstøðunum hjá bólkinum, sum hevur arbeitt við infrakervi.

Aðalmálið sett
Í tekstinum sigur bólkurin, at aðalmálið er, at góðir ferðamøguleikar skulu stuðla upp undir og tryggja menning og trivnað í Føroyum. Infrakervið skal vera soleiðis háttað, at lætt, trygt og ódýrt er hjá øllum at ferðast, bæði innanoyggja og út í heim.

Ferðatíðin
Ferðatíðin er umráðandi, tá bústaður verður valdur. Ferðatíðin til arbeiðis, handils, útbúgvingar- og ansingarstovnar, frítíðaráhugamál er avgerandi. Ikki er tað bara frástøðan í kilometrum, men kanska í nógv størri mun tíðin tað tekur at ferðast, góðskan á ferðini og smidleikin, at ein kann ferðast tá tørvur er á tí, sum er umráðandi.
Í mun til útheimin eru allar Føroyar ein útjaðari, og miðjast eigur at vera ímóti at allar
Føroyar kunnu síggjast sum ein býur. Umráðandi er, at hesin býur hevur ein miðstað
(sentrum), fyri at kunna bjóða flestøll tilboð og tænastur, sum stórbýir í okkara
grannalondum. Hetta verður mett neyðugt, fyri at fáa og fasthalda skikkaða arbeiðsmegi í Føroyum og annars stuðla trivnaðinum hjá fólkinum her býr.
Betri flytføri, framkomuleiki og smidleiki á infrakervinum innanlands verður framt við at umskipa felagsferðsluna, so hon verður meira fjølbroytt, laga eftir flutningstørvinum, og við at um- og útbyggja fysiska infrakervið. Dentur verður lagdur á at skipa farleiðirnar eftir slagnum av flutningi. Tí verður eitt høvuðsvegakervi, ið er tilskilað gjøgnumgangandi ferðslu gjørt. Endamálið við høvuðsvegakervinum er at knýta ymisku økini í landinum saman, so skjótt, trygt og lætt er at ferðast.

Millum lond
Okkara flytføri og framkomuleiki út í heim er tengt at flog- og skipaferðslu, her eru serliga flogvallir og havnaviðurskiftir viðgjørd. Umráðandi er at hava javna flogferðslu, og tí eigur hóskandi flogvøllur at vera á best egnaða stað, soleiðis at mest brúktu flogførini kunnu nýta hann. Havnaviðurskiftini eiga at vera samskipað munandi betur enn í dag.
Atlit til ferðslutrygd og umhvørvi skulu hugsast inn í allar partar av infrakervinum, og takast við í øll tiltøk og verkætlanir.
Talan er aloftast um stórar íløgur, tá infrakervið skal útbyggjast, og tí er umráðandi, at hesar íløgur geva størst møguliga samfelagsliga nyttu í mun til kostnaðin.
Infrakervið skal vera fyri øll, tað vil siga fyri soleiðis háttað, at lætt, trygt og ódýrt er hjá øllum at ferðast, herundir eisini fólkið við skerdum førleika.

Føroyar - ein býur
Tað ber tann vegin, at nógv savnast í ella kring Havnina. Betri ferðamøguleikar kunnu viga ímóti hesum ráki, og visjónin er, at við støði í verandi bústaðarmynstri skulu vit gera eitt alment infrakervi, sum kann loyva fólki at búseta seg og arbeiða har, sum tað helst vil.
Infrakervið skal vera smidligt, so at ein kann ferðast, tá ið tørvur er. Hetta gerst best við føstum sambandi við miðstaðarøkið, og slíkt samband skal verða gjørt, har tað loysir seg samfelagsliga, eisini við framtíðarútlitum í huga.
I dag hava 86% av føroyingum fast vegasamband við høvuðsstaðin, og við góðum
ferðamøguleikum kunnu allar Føroyar verða roknaðar sum miðstaðarøki. Miðjast skal ímóti at ferðatíðin til Havnar svarar til ferðatíðir í størri býum. Samstundis eiga vit eisini at menna infrakervið uttanum Tórshavn, sum er miðstaðurin, fyri at tryggja at fyrimunirnir við góðum infrakervið til Tórshavnar ikki eru til onga nyttu orsaka av orkuføristrupuleikum uttanum Havnina. Tí eru eisini flest allar ferðatíðir ásettar við Havnini í huga.


FAKTA::::
Limir í strategibólkinum um infrakervi
• Niels Winther, deildarstjóri, formaður
• Joel undir Leitinum, stjóri
• Finnbogi Niclasen, flogvallarstjóri
• Olga Biskupstøð, formaður
• Randi Fredriksberg, Kommunusamskipanin
• Oyvindur Brimnes, Landsverk
• Kristian Davidsen, Strandfaraskip Landsins
• Kitty May Ellefsen, fulltrúi
• Hjørdis Gaard, fulltrúi