Føroyar eru eitt gott myndaland

Tvær ungar finnlandssvenskar gentur hava verið í starvsvenjing á Sosial­in­um í tvær vikur. Vit hava práta við tær um Føroyar, Finnland og javnstøðu

Tað norðurlendska samstarvið riggar eisini fyri tann norður­lendska ungdómin. Norður­landa­ráðið setti í verk eina skipan fyri nøkrum árum síðani. Henda skipanin nevnist “NordPlus Junior”, og ger hon tað møguligt hjá norðurlendskum lesandi ungdómum at fara til onnur norðanlond í styttri tíðarskeið í lestrar og útbúgvingarhøpi. Studenta og HF-skeiðið á Kambs­dali hevur gjørt sær dælt av hesum. Tvær finskar gentur – ella rættari sagt: finnlandssvenskar gentur – tí tær hoyra til tey uml. 300.000 fólkini í Finnlandi, sum hava finskt, sum sítt móðurmál, hava tikið av møguleikanum, sum NordPlus Junior gevur. Marika Hill og Caroline Erichson – Caroline er av álendskari ætt – hava verið í Føroyum í tríggjar vikur, tær fóru heim til Finnlands í morgun. Tvær tær síðstu vikurnar í Føroyum vóru tær í starvsvenjing á Sosialinum.

 

Føroyingar eru við uppá tað

Marika og Caroline meta Føroyar verða eitt sera gott myndaland. Jens Kristian Vang, myndamaður á Sosialinum hevur verið runt og víst teimum vakrastu støðini á meginøkinum. Hæddarpunktið – bæði so og so – var tá tær sóu oyggjarnar klæddar í kavaskrúð uppi á Sornfelli, nú týsdagin. Marika, sum er tann meiri ídna, tá tað kemur til myndatøkur, tók 114 myndir bara henda dagin.

- Her er nógv góð motiv, bæði í Tórshavn, og kring oyggjarnar. Tað er stuttligt at taka mynd av smádreingjum her. Í Finnlandi flýggja teir yvir háls og herðar, tá ein ætlar at taka mynd av teimum. Her í Føroyum smírast smádreingirnir um alt fimmoyra, teir flenna og “posera” fyri okkum, so vit kunnu fáa tær bestu myndirnar av teimum, sigur Marika hugtikin. Tær vilja gjarna koma aftur til Føroya okkurt summari, tá oyggjarnar eru uppá tað besta og grønasta.

- Føroyar eru eitt land, sum ein eigur at vitja minst einaferð í lívinum!, undirstrikar Caroline. Tær vistu lítið um Føroyar, nóg illa hvar tær lógu á kortinum, og at lundi hevur heima í Føroyum. Caroline “Googlaði” seg fram til tað, sum hon kundi finna um Føroyar, meðan Marika valdi at koma til Føroyar ófyrireikað. Tær hava gjørt myndareportasjur um millum annað skúlamatin á Handilsskúlanum í Marknagili, og hava verið úti við blaðfólkunum, og vilja viðmæla øðrum at gera eina líknandi ferð, sum tær júst hava gjørt. Tað hevur stórt sæð gingið væl at samskifta, og dáma teimum væl, at føroyingar práta “gøtudanskt”, sum er væl lættari hjá teimum at skilja, enn vanligt danskt við danskari úttalu.

 

Javnstøðan hevur tað gott í Finnlandi

Finnland hevur kvinnuligan forseta – Tarja Hallonen – og stórur partur av teimum, sum sita í stjórnini og ríkisdegnum eru eisini kvinnur. Marika og Caroline siga, at nú á døgum verður ikki nortið so ræðuliga nógv við javnstøðu í Finnlandi, javnstøðan er ein natúrligur partur av gerandisdegnum. Tað kemur tó fyri, at tey nerta við evnið í skúlunum. Caroline hevur vikuskiftisarbeiði á ein­um lokalum vertshúsi, og har er hon einasta kvinnan á arbeiðsplássinum.

- Eg fái góða viðferð av monn­un­um, eg skemti saman við teimum, og kenni meg slettis ikki uttanfyri, hóast eg eri kvinna.

Tað var fyrst í 1993, at kvinnur kundu fara í finska herin. Men er tað bara tvungin herskylda fyri menn í Finnlandi. Hjá kvinnunum er støðan tann, at tær gera av sjálvar, um tær melda seg í herin, og eru tær í herinum eitt væl styttri tíðarskeið, enn menninir, sum eru í minsta lagið 8 mánaðir í herinum. Hetta halda Marika og Caroline verða skeivt. Tær halda, at tað átti at verið soleiðis, at kvinnur og menn vóru innkallaði til finska herin á jøvnum føti. Tí javnstøða eigur at verða á øllum økjum. Hóast væl stendur til við kvinnuumboðan í landsins fremstu sessum, so hava tær ungu mammurnar tað torført í Finnlandi.

- Eg veit um tríggjar gentur í okkara aldri, sum eiga børn, og hava tær tað ofta torført, og verða tær baktalaðar. Ofta fara tær úr skúlanum, og enda úti í arbeiðsloysi, ella eisini mugu tær átaka sær okkurt keðiligt kvøldarbeiði, sigur Caroline, sum er hørm um lagnuna hjá teimum ungu mammunum í Finnlandi. Tær vísa tó á, at hesar fáa góðar sosialar veitingar frá bæði stati og kommunum. Men, at tað er hart hjá hesum at gera seg lidnar við eina útbúgving.

 

Vasa Yrkesinstetut

Caroline og Marika ganga á Vasa Yrkesinstetut, sum bjóðar grundútbúgvingar innan ymisk øki fakøki, millum annað merkonom, teldu og heilsuatstøði. Caroline og Marika hava valt útbúgvingina “Medieasistent”. Talan er um eina 3 ára grundútbúgving við nógvari praktiskari undirvísing, og nógvum praktiskum royndum, har enska máliskan “Learning by doing” verður nógv nýtt. Tær hava 6 vikurs starvsvenjing í hvørjum lestrarári, og hesaferð valdu tær so at hava part av starvs­venjingini í Føroyum. Les­andi úr øðrum londum eru eisini á Vasa Yrkesinstetut, serliga úr Svøríki, tí her er talan um eitt øki í Finnlandi, har mong svenskttalandi búgva. Men har eru eisini lesandi úr triðja londum, og tí fer undirvísing eisini fram á enskum innan ávísar greinar á Vasa Yrkesinstetut.

Finnland er fremst í PISA-kann­ingini, men Marika og Caroline hava ikki verið við til nakra PISA-roynd sjálvar. Eftir tí, sum eg kann fáa burturúr teimum, so fyllir PISA-kanningin ikki so nógv í Finnlandi, sum hon ger tað í Føroyum. Tá tær eru lidnar við sína grundútbúgving er ikki óhugsandi, at tær kanska leita sær longur út í heim at taka eina endaliga útbúgving. Marika ætlar at halda fast við myndaleistin, meðan Caroline hevur betri hug at royna seg innan loftmiðlarnar. Men fáa tær møguleikan verða tær aftur í Føroyum, antin við sjónvarpstóli, ella við myndatóli.