Tað hevur gingið strúkandi hjá føroyska landsliðnum í badminton. Í gjár vunnu Føroyar allar tríggjar innleiðandi dystirnar, og í dag hava Føroyar spælt hálvfinalu ímóti Gotland.
Føroyar gjørdu bart í hesum dystinum og vunnu 3-0.
Aksel Poulsen vann sín dyst 2-0. Settmunurin var 21-15 og 21-10.
Sigrun Smith vann sín dyst 2-0. Settmunurin var 21-6 og 21-9.
Aksel Poulsen og Bjartur Lamhauge vunnu 2-0. Settmunurin var 24-22 og 21-16.
Føroyar spæla finalu ímóti Grønlandi mikudagin.