Føroyar eru í hálvfinaluni

Í fjórðingsfinaluni ímóti Íslandi vunnu Føroyar 3-1

Tað er gott lag í føroysku leguni í Stórhøllini á Hálsi í Havn.

U-16 flogbóltslandsliðið hjá kvinnum hevur fyri løtu síðani tryggjað sær pláss í hálvfinaluni.

Føroyar vunnu 3-1 ímóti Íslandi. Umframt pláss í hálvfinaluni ber sigurin við sær, at Føroyar í vár skulu spæla í næsta umfari í kappingini.

Føroyar vunnu tvey tey fyrstu settini, og møguleikin tóktist vera góður eisini at vinna triðja setti, tí Føroyar løgdu seg framum 6-0. Ísland fótaði sær og vann triðja settið. Í fjórða setti var eingin ivi. Føroyar løgdu bragdliga fyri og hildu tørn um leiðsluna.

 

Hálvfinalan verður klokkan 17.30. Tá skulu Føroyar spæla ímóti Finnlandi, sum higartil hevur víst ógvuliga sannførandi avrik. Hin hálvfinalan er millum Danmark og Svøríki. Hana varð farið undir klokkan 15.00.

 

Føroyar – Ísland 3-1 – 25-18, 25-17, 20-25 og 25-21.