Spania, Svøríki, Noreg, Rumenia og Malta eru mótstøðuliðini hjá Føroyum í komandi EM-undankapping, ið øll verður avgreidd í 2019. Við Spania, tveimum norðurlendskum grannalondum og Malta má staðfestast, at vit ítróttarliga og ferðaliga hava fingið eitt gott og spennandi lutakast.
Um vit høvdu enda í bólki við Onglandi, ið mong droyma um, so høvdu vit annars verið í bólki saman við Kekkia, Bulgaria og Montenegro og ongum liði úr niðasta styrkisbólki, so samlað kunnu vit als ikki klaga um hetta lutakastið.
Dystirnir verða leiktir millum mars og november. Talan verður um fimm dupultumfør har dystirnir verða leiktir innan tríggjar dagar.
Eftir tí sum er fyriskrivað skulu Føroyar ikki leika heimadyst í mars og í november, so í juni, september og oktober verður talan um ikki færri enn fimm heimadystir hjá føroyska landsliðnum í EM-undankappingini.
EM-endaspælið í 2020 verður leikt í 12 ymiskum londum. Finalan verður leikt á Wembley leikvøllinum í London. Vertstjóðirnar fyri EM-endaspælinum í 2020 eru: Aserbadjan, Danmark, Ongland, Týskland, Ungarn, Italia, Niðurlond, Írland, Rumenia, Russland, Skotland og Spania.
Samlaða EM-undankappingarlutakastið gjørdist hetta:
Bólkur A: Ongland, Kekkia, Bulgaria, Montenegro og Kosovo.
Bólkur B: Portugal, Ukraina, Serbia, Litava og Luksemborg.
Bólkur C: Niðurlond, Týskland, Norðurírland, Estland og Hvítarussland.
Bólkur D: Sveis, Danmark, Írland, Georgia og Gibraltar.
Bólkur E: Kroatia, Wales, Slovakia, Ungarn og Aserbadjan.
Bólkur F: Spania, Svøríki. Noreg, Rumenia, FØROYAR og Malta.
Bólkur G: Póland, Eysturrikí, Ísrael, Slovenia, Makedonia og Lettland.
Bólkur H: Frakland, Ísland, Turkaland, Albania, Moldova og Andorra.
Bólkur I: Belgia, Russland, Skotland, Kýpros, Kasakstan og San Marino.
Bólkur J: Italia, Bosnia-Hercegovina, Finnland, Grikkaland, Armenia og Liktinstein.