Føroyski búskapurin verður enn einaferð styrkismettur »Aa3« eftir stiganum hjá Moody's, ið er fjórðbesta meting av 21 møguligum.
Sum grundgeving fyri metingini hjá Moody’s, verður tikin fram búskaparliga sjálvstýri, støðugu viðurskifti við Danmark og stórt gjaldføri, ið minkar um endurfíggingarváðan.
Útlitini eru framvegis støðug, sum skal síggjast aftur í, at Føroyar hava hildið seg til ætlanina at lækka hallið á fíggjarlógini til eitt ætlað yvirskot í 2016.
Avbjóðingarnar hjá Føroyum eru, at búskapurin er somikið tengdur at fiskivinnuni og fiskaaling, at Føroyar hava havt hall á fíggjarlógini í nógv ár, umframt, at Føroyar eru bundnar at stutttíðarfígging, vísir Moody's á.
Til tess, at røkka betri meting frá Moody's, skal fíggjarlógin koma í langtíðarjavnvág, soleiðis, at búskapurin kemur á sama støðið sum undan heimsfíggjarkreppuni.
Skuldi hallið á fíggjarlógini vaksið, viðurskiftini við Danmark versna ella onkur óheppin skelkur raka fiskivinnuna, kann metingin hjá Føroyum gerast enn verri enn nú.