Føroyar fyrsta norðurland at geva seinastu Harry Potter út

7. november kemur sjeynda bókin um Harry Potter út á føroyskum Niðurteljingin til føroysku útgávuna av seinastu bókini um Harry Potter er av álvara farin í gongd. Um tvær vikur kemur Harry Potter og arvalutir Deyðans í bókabúðirnar í Føroyum. www.bfl.fo skrivar, at føroyska týðingin er tann fyrsta í norðurlondum. Danska týðingin kemur í vikuni eftir og svenska, norska, íslendska og finska seinni.

Harry Potter og arvalutir Deyðans kom út 21. juli í Onglandi ? ein minutt eftir midnátt. Bókhandlar ? og fjepparar ? í Onglandi og aðrastaðni gjørdu nógv burturúr. Eittnú hevði bókahandilin í SMS opið hesa náttina, og Bergur Rasmussen, sum hevur týtt bókina til føroyskt, var hjástaddur og hugleiddi um at týða Harry Potter. Beinanvegin sló bókin øll sølumet; eftir nøkrum døgum var hon seld í 2,7 mió. eintøkum í Onglandi og 8,3 mió. eintøkum í USA. Undanfarna metið átti sætta bókin um Harry Potter!

Bókin verður týdd til 93 mál. Samlað eru bøkurnar um Harry Potter higartil seldar í meiri enn 350 mió. eintøkum.

Í sjeyndu og seinastu bókini um Harry Potter svarar J. K. Rowling hegnisliga teimum mongu spurningunum, ið nógv hava bíðað spent eftir. Vit sleppa at lesa um endaligu uppgerðina millum Harry Potter og ónda gandakallin Voldemort.

At tað hevur eydnast Bókadeild Føroya Lærarafelags at verða fyrsta norðurlandið at geva seinastu bókina um Harry Potter út, er ógvuliga stuttligt. Tað hevur verið spennandi at kappast um at vera fyrst úti við bókini.

 

---

 

Hvønn flokk fert tú at velja á fólkatingsvalinum 13. november?? KLIKK HER!!<a>