Føroyar góvu ongantíð skarvin yvir

Hondbóltur: Kekkiski málverjin bjargaði næstan øðrum hvørjum skoti, tá ið væl trimmað kekkiskt lið vann 28 – 20 ímóti Føroyum

Føroyska hondbóltslandsliðið við monnum hevur í kvøld hildið grækarismessu í Kekkia.

Tað endaði við 28 – 20 heimasigri eftir hálvleiksstøðuna 14 – 8. Harvið tapti føroyska liðið fyrra hálvleik við seks málum og seinna hálvleik við tveimum málum.

Kekkia tók uppgávuna í heilt stórum álvara allar 60 minuttirnar. Eina løtu fram ímóti dystarenda var vandi fyri, at munurin fór at verða 12 mál, men tað eydnaðist føroyska liðnum at minka um munin til átta mál.

Føroysku spælararnir vístu fínan hugburð, stóran vilja og í løtum eisini stórt hugflog. Tað er meiri enn góðkent, at tað eydnaðist at halda mótstøðumonnunum frá at skjóta fleiri mál enn 14 í fyrra hálvleiki og 14 í seinna hálvleiki.

Trupulleikin í álopsspælinum var, at kekkiski málverjin, tveir metra høgri Tomas Mrkva, stóð seg so framúr væl og bjargaði 47 prosent.

At Føroyar mikukvøldið spældu landsdyst í Ukraina, í kvøld spældu landsdyst í Kekkia og sunnukvøldið skulu spæla landsdyst á heimavølli ímóti Ukraina var orsøk til, at nógvar skiftingar vóru, og at eitt nú toppskjúttin, Kjartan Johansen, bara var á vøllinum í fyrra hálvleiki.

Besta løtan hjá føroyingum var miðskeiðis í seinna hálvleiki, tá ið tað eydnaðist at minka um munin til fimm mál. Hesa løtuna stóð Tórður Guttesen væl í málinum, og Peter Krogh og Jónas G. Djurhuus skoraðu fleiri mál.

Síðstu løtuna var Tróndur Mikkelsen fyri fyrstu ferð á vøllinum í landsdysti, og tað eydnaðist honum at skora eitt mál. Føroyskur toppskjútti við fýra málum var Kjartan Johansen, sum bara var á vøllinum í fyrra hálvleiki, tá ið hann skoraði fýra mál.

Føroyar: Tórður G. Skorheim, Helgi H. Hoydal, Sjúrður Olsen, Hákun W. Av Teigum, Teis Horn Rasmussen, Allan Norðgerð, Rókur Akralíð, Rói Berg Hansen, Kjartan Johansen, Jónas G. Djurhuus, Nicholas Satchwell, Rógvi Dal-Christiansen, Filip Jojic, Vilhelm Poulsen, Tróndur Mikkelsen, Peter Krogh.

Føroyskir málskjúttar: Kjartan Johansen 4, Helgi H. Hoydal 3, Jonas G. Djurhuus 3, Filip Jojic 3, Peter Krogh 3, Hákun West av Teigum 1, Rói Berg Hansen 1, Vilhelm Poulsen 1 og Tróndur Mikkelsen 1.