Altjóða fótbóltssamgongan FIFA ger hvønn mánað upp, hvussu sterk heimsins fótbóltstjóðir eru. 206 lond eru við á listanum, og Føroyar eru eitt av teimum. Seinasta árið hevur tað gingið støðugt afturá hjá Føroyum á listanum. Føroyar vóru í síni tíð millum 120 tær sterkastu fótbóltstjóðirnar, men nú eru Føroyar nummar 185 á listanum. Hetta vóru Føroyar í seinasta mánaði, og hendan mánaðin standa Føroyar í stað á hesum plássi.
Brasil er ovast á listanum, og síðani koma Italia, Argentina og Frakland. Fremsta norðurland er Svøríki, sum er nummar 14.