Føroyar hava miðalskjótt internet

Heimasíðan Speedtest.net hevur kannað, hvussu skjótt internet er í meira enn 180 londum kring heimin.

Heimasíðan kemur fram til, at í Suðurkorea gongur skjótast at downloada, og í Litava er besta uploadið. Føroyar eru nummar 71 á listanum yvir download og nummar 58 á listanum yvir upload.