Føroyar hava vunnið fýra ferðir - Grønland tvær ferðir

Síggj hagtølini frá A-landsdystunum millum Føroyar og Grønland. Tríggjar ferðir er endað við javnleiki

Hetta vikuskiftið spæla Føroyar og Grønland tveir venjingarlandsdystir í manshondbólti.

 

 

Klokkan 20 leygarkvøldið spæla liðini í høllini á Hálsi í Havn. Klokkan 17 sunnudagin spæla liðini í høllini í Vestmanna. Tróndur Arge og Sjúrður H. Hoydal siga frá landsdystunum á FM1, ið øll kunnu hoyra á www.midlar.fo.

 

 

Níggju ferðir áður hava liðini spælt landsdyst ímóti hvørjum øðrum. Takkað verið hondbóltseldsálini, Ásbirni N. Nattestad er tað eydnast in.fo at fáa fatur í hagtølunum:

 

 

18.11.80 Havn Føroyar Grønland 27 – 17 (10-7)

21.11.80 Klaksvík Føroyar Grønland 22 – 17 (10-8)

03.03.00 Havn Føroyar Grønland 30 – 27 (17-13)

04.03.00 Havn Føroyar Grønland 30 – 23

05.03.00 Vestmanna Føroyar Grønland 29 – 29

29.10.02 Nuuk Grønland Føroyar 26 – 21 (11-7)

30.10.02 Nuuk Grønland Føroyar 26 – 26 (13-13)

31.10.02 Sisimiut Grønland Føroyar 27 – 27 (13-14)

21.01.09 Tórshavn Føroyar Grønland 30 - 33 (19-14)

 

Talan er um fýra sigrar til Føroyar, tríggjar javnleikir og tveir sigrar til Grønland.

 

 

Seinnapartin vóru føroyski landsliðsvenjarin, Sonni Larsen og grønlendski landsliðsvenjarin, Ingi Olsen gestir hjá Sjúrði H. Hoydal í SportBoxini á FM1.

 

 

Báðir fegnast um avbjóðingina, tí bæði Føroyar og Grønland hava hart brúk fyri nøkrum venjingardystum. Báðir vænta tveir javnar dystir, og hava vón um, at teirra lið verður omaná.

 

 

Sonni Larsen hevur í góðari tíð kunngjørt, at hann fer at royna ymiskar liðuppstillingar í teimum báðum dystunum.

 

 

HERber til at hoyra samrøðuna.